Eitt óvanliga lekkurt stig í Gundadali!

13. august 2018

Tað var avgjørt onki áskoðaramet, tá B36 tók ímóti okkara monnum í Gundadali í kvøld. Flestu eyguni vóru helst vend ímóti topdystinum við Djúpumýru í Klaksvík. Finnbjørn, Grettir, Bjarki, Arthur og Sverri høvdu kortini leitað sær til Havnar í góðveðrinum, og serliga tann seinasti hoyrdist sera væl í tomu áskoðarafjøldini.

Okkara menn byrjaðu við Róa í mál, Rógva, Andras, Petur og Ragnar í verjuni, Arnar og Marna mitt á miðjuni við Hans Paula eitt vet frammanfyri, Pætur og Leif á vongunum og Aksel rættiliga einsamallum fremst.

B36 var naskari fyrstu løtuna, og serliga Meinhard E. Olsen og Kaimar Saag løgdu stórt trýst á okkara høgru síðu, har Petur tó fleiri ferðir steðgaði heilt stóra møguleikanum.

Okkara runnu aftaná og komu ongantíð heilt tætt at B36-málinum, og hóast B36 leikliga var greitt omaná, so spældu teir mest frá síðu til síðu.

Tá umleið hálvur var farin eydnaðist endiliga okkara monnum at leggja eitt lítið trýst eftir at Aksel og Marni megnaðu at vinna nakrar duellir. Úrslitið bleiv eitt hornaspark, sum Hans Pauli legði innfyri. B36 sparkar í fyrsta umfari út aftur til Hans Paula, sum sparkar bóltin á Andras, og brádliga liggur bólturin í málinum. Okkara menn á odda burtur úr nærmast ongum!

Fimm minuttir seinni kemur eitt innlegg frá B36 úr okkara høgru síðu. Verjan stendur ikki heilt uppá pláss, Kaimar Saag verður púra leysur, og leggur bóltin millum beinini á Róa og í mál.

Fram ímóti hálvleiki høvdu báðir partar hvør sín møguleika afturat, men hálvleiksstøðan helt sær á 1-1.

Lítlan hálvan minutt inn í seinna hálvleik sleppa B36 aftur leysir í høgru síðu, og tá bólturin kemur inn fyri eydnast sera illa hjá okkara monnum at rudda burtur. Nýinnskifti Benjamin Heinesen kemur til leysa bóltin og smekkar hann í netið til 2-1 til heimaliðið.

Beint eftir málið eru okkara menn nær við, og hóast tað tvær ferðir varð rópt um brotsspark, blásti dómarin, Rúni Gaardbo - helst av røttum - ikki fyri nøkrum.

Rótut spæl merkti næstu løtuna, og B36 var fleiri ferðir nær við, meðan okkara menn bara næstan komu til møguleikar.

Við 20 minuttum eftir kom Arnbjørn á vøllin fyri Aksel. Fyrstu løtuna broytti tað onki um leikgongdina, B36 kendu seg einu ferðina snýttar fyri brotsspark og fleiri ferðir var heilt nær við, at støðan bleiv 3-1. Andras, Petur og Rói megnaðu tó í felag saman við óneyvleika hjá teimum hvítu at halda møguleikanum fyri stigi á lívi.

Við 10 minuttum eftir fær Arnbjørn bóltin í føturnar beint uttan fyri brotsteigin hjá B36 og vendir hegnisliga. Fríspark, sigur dómarin, men ólukkutíð rakti Hans Pauli nóg illa bóltin í frísparksroyndini.

Við trimum minuttum var uppskriftin roynd aftur. Ein bóltur í føturnar hjá Arnbjørn, sum nakað til vinstru í brotsteiginum hjá B36 vendir sær enn betri enn seinast og við sonnum máltevi leggur bóltin í málið til 2-2! Eitt frálíkt mál!

Arnbjørn bjargaði okkum harvið enn eitt stig, tí meira hendi ikki í dystinum.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023