Taptu greitt í Klaksvík

19. august 2018
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Hóast KÍ eru hektaðir av í FM stríðnum hevði fitt av fólki leitað sær niðan í Djúpumýru í góðveðrinum í dag.

Okkara menn byrjaðu næstan sum seinasta dyst. Rói í mál. Rógvi, Andras, Petur og Gestur í verjuni. Marni og Arnar mitt á miðjuni. Hans Pauli nakað frammanfyri. Pætur og Leif á vengrunum, og Aksel frammi.

Longu tá 5 minuttir vóru farnir hevði KÍ havt ein 100 prosent møguleika og ein skallara á stongina, og so var dystargongdin longu fráboðað.

Álopini skolaðu í stríðum streymi ímóti okkara máli, og serliga innlegg úr teirra vinstru síðu komu inn fyri málið.

Eftir 16 minuttir varð Páll Klettskarð aftur púra leysur, men hesaferð megnaði hann við høgra beini at leggja bóltin trygt í málið. 1-0.

KÍ var allan fyrra hálvleik omaná við tí mesta, hóast ikki líka nógv sum fyrstu løtuna, meðan Arnar hinvegin hevði tvey góð langskot, sum tað sama kundu sitið, um hepni var við.

Seinni hálvleikur byrjaði betri enn fyrri. KÍ legði kanska minni fyri, men okkara royndu meira, og bæði Hans Pauli og Marni komu í rímiligar støður.

Pætur var hesa løtuna settur meira mitt fyri, meðan beiggarnir Aksel og Ragnar mannaðu vengurnar. Ragnar var komin inn fyri Leif, sum fór út við einum ljótum skaða í fyrra hálvleiki.

Tá umleið hálvur tími varð eftir av dystinum legði KÍ seg aftur tungt á dystin og eftir ein dupultmøguleika eydnaðist Jóannes K. Danielsen, sum spældi væl á høgra bakki hjá KÍ, at seta bóltin í okkara tóma mál, eftir at Rói hevði bjargað fyrstu royndini. 2-0.

Hesa løtuna tóktist tað mesta tungt, og eitt skrædl lá eitt sindur í luftini. Tíbetur gearaði KÍ eitt sindur niður, og skoraði bara eitt mál afturat, tá Óli E. Poulsen skoraði til 3-0 við innaru síðu í eitt tómt mál.

KÍ vann sostatt trygt 3-0, og vit kunnu ikki tosa um at hava marginalarnar ímóti okkum í dag.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023