STUÐULSRENNING OG HUGNALØTA

10. september 2018

Verið við at stuðla ungum sum eldri, ið leika fótbólt við EB/Streymi

Samanhald og samstarv ger okkum STERKARI

 
Nær:

Fríggjadagin 14. september 2018 kl. 17.00

Hvar:

Runnið verður við Margáir.

Stuðulsrenning – hvat er tað?

Øll, ið leika fótbólt við EB/Streymi, fara at renna so langt sum gjørligt í 30 minuttir.

Hvussu stuðli eg?

Tann, ið stuðlar, játtar seg á hesum oyðiblaði at gjalda eitt oyratal fyri hvønn metur, sum rennarin orkar at renna í 30 minuttir.

Hvussu nógv komi eg at gjalda?

Um eg játti at gjalda t.d. 3 oyru fyri meturin, hvussu nógv skal eg gjalda?

Um vit siga, at tann tú stuðlar rennur 3.000 metur, verður upphæddin 3.000 * 0,03 = 90. Kr.-

Oyðubløð?        

Oyðubløð kunnu eisini takast niður her: Oyðiblað

Virðislønir:

Tann, ið rennur flestar kr. inn:

Kvinnur (Kvinnur og U18) Menn (Menn og U21) nr. 1 vinnur 500 kr., nr. 2 vinnur 300 kr. og nr. 3

vinnur 200 kr. 

Gentur (U15 og U13) og dreingir (U17, U15 og U13) nr. 1 vinnur 500 kr., nr. 2 vinnur 300 kr. og nr. 3 vinnur 200 kr.

Gentur og dreingir (U11 og yngri) nr. 1 vinnur 500 kr., nr. 2 vinnur 300 kr. og nr. 3 vinnur 200 kr.

Liðið, ið rennur flestar pengar inn, sleppur at hugna sær í bowlinghøllini við at bowla og eta.

Eftir renningina:

Øll, ið luttaka í renningini fáa okkurt gott eftir renningina. Til foreldrini verður kaffi og kakur at fáa.

 


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023