Jákup Martin nýggjur høvuðsvenjari

28. oktober 2018

Jákup Martin er 42 ára gamal. Uppvaksin á Eiði og hevur spælt fótbólt við EB øll ungdómsárini. Sum bert 16 ára gamal leikti hann sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá EB/Streymi. Jákup Martin spældi 207 dystir og skoraði 29 mál fyri besta liðið tey 14 árini hann leikti við EB/Streymi. Eisini hevur hann roynt seg í B36, AB og FC Hoyvík.

Jákup Martin fekk A-venjaraprógv í fjør og hevur hann tey seinni árini vant ymisk lið hjá B36. Í 2016 og 2017 var hann venjari hjá U-18 liðnum hjá B36. Hesi árini tapti liðið bara 4 dystir og vann FM í 2017. Fyrr í ár tók hann yvir hjá næstbesta liðnum hjá B36 og vunnu teir allar dystirnar og fluttu upp í 1.deild.

Talan er um ein eitt ára sáttmála.

Vit ynskja Jákup Martin væl afturkomnan til EB/Streym og gleða okkum til komandi ár.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023