Eliesar verður høvuðsungdómsvenjari

07. november 2018

Ein trý ára sáttmáli er skrivaður við Eliesar Olsen, sum kemur at takað sær av menningini av ungdómsfótbóltinum í felagnum umframt tað, so kemur Eliesar eisini at halda áfram sum venjari hjá 2.deild og U-21.

Eliesar var í kappingarárinum 2018 venjari hjá okkara 2.deild og U-21. 2.deild vann gull og flutti upp í 1.deild og U-21 liðið hjá okkum kom í steypafinaluna, har tað akkurat ikki bleiv til ein sigur.

Eliesar er 29 ára gamal og hevur A-venjara skeið. Og hóast sín unga aldur hevur hann drúgvar royndinr sum venjari. Vit er ikki í iva um, at við Eliesar á odda í ungdómsfótbóltinum, so hava vit fingi ein mann, ið bæði fer at gera venjarar og leikara enn betur.

Vit ynskja Eliesar allar bestu eydnu.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023