Arnar Dam heldur fram

26. desember 2018

27 ára gamli miðvallarin úr kollafirði hevur skriva undir ein eitt ára sáttmála við EB/Streym.

Arnar er uppvaksin í felagnum og hevur altíð spælt her, burtursæð frá einum stuttum skifti í 2008, tá hann var í ÍF. Har spældi hann 4 dystir við teirra 2. Deildarliði, men frá august 2008 hevur hann bara umboðað EB/Streym. Arnar hevur leikt 214 dystir fyri bestaliðið hjá EB/Streymi og skora 17 mál.

Arnar er ein sera skilagóður og hart arbeiðandi miðvallari og við sínum 11 ára royndum, tveimun meistaraheitum og trimun steypasigrum, er Arnar ein sera týðandi leikari fyri okkum, bæði á og uttanfyri vøllin.

Vit ynskja Arnar allar bestu eydnu í komandi árið.


Seinastu tíðindi

Góðkent avrik í keðiligum dysti
16.06.2019
Legendur í myndum
10.06.2019
Legendur móti ungum spírum
05.06.2019
Glottar at hóma í tapi
04.06.2019
Klæmint-uppvísing í stórtapi
20.05.2019