Jens Michael Jensen leingir

26. januar 2019

28 ára gamli Jens Michael úr Tjørnuvík hevur skrivað undir sáttmála við EB/Streym fyri 2019.

Jens Michael er uppvaksin í felagnum. Hann leikti sín fyrsta dyst fyri betri liðið í 2010 og hevur verði rundan um hópin til hann fór niður til Danmarkar í lesnað í 2015. Jens Michael kom heim aftur í summarhálvuni í fjør og fekk um endan av kappingarárinum har hann leikti 5 dystir og fekk tvey mál.

Jens Michael hevur leikt 18 dystir fyri betri liðið og skora 2 mál.

Vit ynskja Jens Michael til lukku við sáttmálanum og góða eydnu í komandi árið.


Seinastu tíðindi

Seinasti dysturin var heilt fínur
13.08.2019
Kundu fingið meira burturúr
11.08.2019
Teprari tap annan dystin
10.08.2019
Taptu greitt fyrsta dystin
07.08.2019
Víðopið í botninum eftir tap
05.08.2019