Fýra leikarar hava skrivað undir

07. mars 2019
  • f.v. Gutti Dahl-Olsen, Poul G. Olsen, Mikkjal Hellisá og Tóki Johannesen

Teir fýra Poul Grunnveit Olsen, Tóki Johannesen, Mikkjal Hellisá og Gutti Dahl-Olsen hava skrivað undir sáttmálar við EB/Streym.

Poul er 27 ára gamal og er ein drúgvur og skilagóður verjuleikari, ið altíð gevur alt hann eigur. Hann fekk sín fyrsta dyst fyri Betri liðið í 2010. Poul hevur leikt 65 dystir og skorað eitt mál fyri Betri liðið hjá okkum.

Ársins stjørnuskot 2018, 21 ára gamli Tóki Johannesen er ein tekniskt sterkur leikari, ið kann røkja øll tey framrættaðu plássini á vøllinum. Tóki fekk sín fyrsta dyst fyri felagið í 2014, men skaðar hava hildi honum frá tí stóra gjøgnumbrotinum. Í fjør bragdaði tó og leikti hann eitt gott kappingarár, har hann til endan var kosin ársins stjørnuskot á ársveistluni hjá felagnum.

17 ára gamli Mikkjal er ein ungur og evnaríkur verjuleikari, sum vit eru sera spent uppá í felagnum. Hann fekk sum 16 ára gamal sínar fyrstu minuttir í Betrideildini í fjør, tilsamans bleiv tað til 3 dystir. Mikkjal hevur eisini verið fastur fúsur á U17 landsliðnum.

Gutti er 17 ára gamal miðvallari við góðum evnum. Gutti fekk sínar fyrstu dystir fyri Betri liðið í fjør, tá hann í tveimun førum bleiv skiftur inn. Gutti hevur, sum Mikkjal, umboða Føroyska U17 landsliðið.

Vit ynskja teimun fýra til lukku við sáttmálunum og bestu eydnu.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023