Tapið gjørdist ov stórt

11. apríl 2019

Tað endaði við stórtapið ímóti Víkingi í kappingini um Løgmanssteypið. Talan var annars um eitt í nógvar mátar sera gott avrik frá okkara monnum í stórum pørtum av dystinum, men móti endanum gjørdist tapið ov stórt

 2-6! Tá eitt lið vinnur so sannførandi, so er tað mest sum altíð uppiborið, og tað var tað væl eisini henda dagin í heimadystinum hjá okkara monnum móti Víkingi í kappingini um Løgmanssteypið, har Víkingur á máltalvuni stóð eftir sum greiður vinnari.

Men tølini siga ikki altíð tann fulla sannleikan, og tað gjørdu tey heilt víst ikki henda dagin. Tí talan var í veruleikanum um eitt í nógvar mátar flott avrik, har okkara vóru sterkir á bóltinum, høvdu nógvar góðar kombinatiónir á miðvøllinum og skaptu fleiri góðar málmøguleikar og støður, men í síðsta enda blivu vit hart revsaðir mest sum hvørja ferð, Víkingur var í okkara brotsteigi.

 

Frálík byrjan

Ein av avbjóðingunum hjá okkara monnum fyrstu dystirnar av landskappingini hevur verið, at okkara menn hava verið ov ótryggir á bóltinum í uppbyggjandi spælinum. Tað sóu vit tó einki til í heimadystinum í kappingini um Løgmanssteypið móti Víkingi. Okkara leikarar byrjaðu væl og vóru sterkir á bóltinum, og sjálvt um teir ikki komu til málmøguleikar fyrstu løtuna av dystinum, so vóru tað heimamenninir, sum sótu á dystinum.

Men tað gekk ikki long tíð, so vóru gestirnir á odda. Eftir uppspæl í høgru og flatt innlegg var ein av okkara verjuleikarum so óheppin at skjóta bóltin í egið mál.

Okkara menn fullu tó ikki í fátt. Teir hildu áfram við góða spælinum, og tað gingu bara fáir minuttir, so stóð á jøvnum. Fyrst hevði Steffan eina góða roynd, sum bleiv bjargað út til horna. Fylgjandi hornasparkið bleiv sent væl inn fyri frá Jónstein, og har var Steffan hægstur og skallaði bóltin í málið.

Eftir útjavnandi málið sótu okkara á tí mesta. Víkingarnir tóktust hava ilt við at fáa samanspælið at koyra, og teir tóktust eisini darvaðir av høga trýstinum frá EB/Streymi. Sjálvt um vit høvdu spælið, so var nokk so langt millum málmøguleikarnar hesa løtuna, men ta eina ferðina var Poul tó tætt við, tá hann royndi seg við langskoti.

 

Keðiligur endi uppá góðan hálvleik

Sjálvt um Víkingur í veruleikanum ikki hevði skapt ein málmøguleika fyrsta hálva tíman, so megnaðu teir tó aftur at taka leiðsluna beint eftir tann hálva tíman. Hesa ferð høvdu teir horna í høgru síðu, og inni í brotsteiginum var liðskiparin, Atli Gregersen, hægstur og skallaði bóltin í málið. Gestirnir vóru nú aftur á odda, og hetta var ikki heilt í tráð við leikgongdina.

Næstu løtuna hevði EB/Streymur møguleikar at javna. Serliga tætt við var Steffan Løkin eftir eitt sera gott álop, sum endaði við, at Magnus Jarnskor sendi inn fyri úr høgru. Steffan var høgstur við aftaru stong og skallaði sera væl niður í vøllin, men ein fram úr bjarging frá Eliasi í Víkinga málinum forðaði heimamonnunum í at javna.

Og í staðin fyri eitt útjavnandi mál, sum hevði verið fult uppiborið, so bleiv støðan enn verri hjá okkara. Tí við síðsta sparkinum í fyrra hálvleiki megnaði Víkingur at økja um leiðsluna. Hesa ferð var talan um eitt væl spælt álop, har Sølvi Vatnhamar slapp ígjøgnum í vinstru og legði inn fyri til ein púra leysan Filip Djordjevic, sum lættliga sendi bóltin í tóma málið.

 

Steffan væl upplagdur

18 ára gamli Steffan Løkin, sum í ár hevur fingið sínar fyrstu minuttir í bestu deildini, var væl upplagdur henda dagin. Hann hevði longu skorað eina ferð í fyrra hálvleiki, og bert ein meistarlig bjarging frá Eliasi í Víkinga-málinum var grundin til, at Steffan ikki var tvífaldur málskjútti.

Tað bleiv hann tó tveir minuttir inn í seinna hálvleik, tá hann enn eina ferð var hægstur eftir eitt frísparksinnlegg og skallaði bóltin í málið.

Nú var aftur spenningur í luftini, og næstu løtuna av dystinum var ungi runavíkingurin sera ágrýtin og naskur framman fyri málið hjá gestunum. Hann kom fram til fleiri góðar støður, men tað eydnaðist honum ikki at fáa hattrick henda dystin, sjálvt um hann var tætt við.

 

Skrædl

Tað vóru okkara menn, sum sótu á spælinum størsta partin av dystinum, men hóast hetta, so gjørdist talan um veruligt skrædl síðstu løtuna av dystinum. Innan fyri 10 minuttir miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Víkingur nevniliga tríggjar ferðir afturat.

Í fyrsta málinum var innskifti Arnbjørn Svensson arkitekturin, tá hann spældi Lawal púra leysan. Tey bæði næstu málini má okkara verja nokk taka á seg. Í báðum førum var talan um stór mistøk í okkara verju, og eins og í restini av dystinum vóru víkingarnir eirindaleysir, tá teir fingu møguleikan.

2-6 gjørdist sostatt endaliga úrslitið. Hetta sær ikki pent út, og tað ljóðar eisini merkiligt at siga, at okkara spældu ein góðan dyst og taptu við fýra málum. Men treyðugt so, so er hetta tann beiski sannleikin. Talan var í nógvar mátar um eitt frálíkt avrik, men henda dagin møttu vit tíverri einum mótstøðuliði, sum var sera effektivt, tá tað fekk sínar møguleikar.

 

0-1: Sjálvmál, 8.

1-1: Steffan Løkin, 16.

1-2: Atli Gregersen, 32.

1-3: Filip Djordjevic, 45.

2-3: Steffan Løkin, 48.

2-4: Adeshina Lawal, 68.

2-5: Gunnar Vatnhamar, 75.

2-6: Adeshina Lawal, 80.

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Poul G. Olsen (Jens M Jensen, 76.), Rói Olsen, Petur Zachariasen – Ragnar Danielsen – Svein Knút Magnussen (Toki Johannesen, 66.), Rógvi E. Nielsen (Fríði K Johansen, 85), Gestur B. Dam – Jónstein Magnussen, Magnus Jarnskor, Steffan Løkin

Gul kort: Poul G Olsen


Seinastu tíðindi

Góðkent avrik í keðiligum dysti
16.06.2019
Legendur í myndum
10.06.2019
Legendur móti ungum spírum
05.06.2019
Glottar at hóma í tapi
04.06.2019
Klæmint-uppvísing í stórtapi
20.05.2019