Taptu týdningarmiklan heimadyst

30. apríl 2019

Tað gekk einki serligt hjá okkara monnum á heimavølli móti ÍF, sum við fínum innsatsi – serliga í fyrra hálvleiki – megnaði at fara heim aftur teirra fyrsta sigri í kappingarárinum

 Teir báðar seinastu dystirnar hevur gingið frálíkt hjá okkara monnum. Seks stig í dystum móti AB og Skála høvdu gjørt, at vit undan dystunum hetta umfarið lógu oman fyri niðurflytingarstrikuna, og sjálvsálitið mundi uttan iva vera høgt í leguni hjá EB/Streymi eftir hesar báðar sigrarnar.

At botnliðið ÍF so var mótstøðuliðið á heimavølli hetta umfarið, mundi helst fáa fleiri at vóna, at triði sigurin á rað lá fyri framman, men gestirnir úr Fuglafirði vildu tað heilt øðrvísi hetta mánakvøldið á Eiði.

 

ÍF byrjaði væl

Hóast EB/Streymur hevur havt undanvind seinastu dystirnar, meðan tingini ikki hava gingið heilt eftir vild í Fuglafirði, har venjarin millum annað var sagdur úr starvi fyri fáum døgum síðani, so vóru tað gestirnir úr Fuglafirði, sum byrjaðu dystin betur. Teir vóru meira á bóltinum og tóktust bæði neyvari á bóltinum og í nærdystunum runt á vøllinum.

Tað var eisini ÍF, sum fekk fyrsta møguleikan, tá Jan Ellingsgaard við hegnisligari vending snaraði seg leysan í vinstru inni í brotsteiginum hjá EB/Streymi. Royndin hjá honum var eisini hampiliga góð, men Rói í málinum bjargaði væl.

Tað gekk aftur bert ein lítil løtu, so var aftur vandi á ferð inni í okkara brotsteigi. Hesa ferð var tað Jóhan Petersen, sum hegnisliga snaraði seg leysan inn í okkara brotsteigi og fekk sent innfyri. Har var Jan Ellingsgaard púra leysur, men á ein ella annan hátt sendi hann bóltin fram við málinum, og so stóð enn á jøvnum.

Stóran part av fyrra hálvleiki var ÍF við yvirlutan, og brøðurnir Jan og Ari Ellingsgaard høvdu báður góðar møguleikar at leggja ÍF fram um næstu løtuna, men í eina førinum var Jan ov seinur at skjóta og í hinum førinum var tað bert ein meistarlig bjarging frá Rói Zachariasen í okkara máli, sum forðaði fuglfirðingum í at taka leiðsluna.

 

Vit koma betur við

Seinna part av fyrra hálvleiki var tað, sum um okkara leikarar komu eitt sindur betri við í dystin. Spælið javnaði seg nú út, og í stóran mun gekk nógv nú fyri seg á miðjum vølli. Tó so onkrar støður vóru í báðum endum, og millum annað fekk EB/Streymur eftir ein hálvan tíma teirra størsta møguleika í dystinum.

Hesin kom eftir skjótt mótálop, tá verjan hjá okkum til høgru vann bóltin í uppspælinum hjá ÍF. Eftir hetta gekk skjótt. Bólturin bleiv spældu beint niðan á Steffan, sum legði bóltin av til Niklas, sum fekk sera gott pláss fram eftir vøllinum. Staddur nakað uttan fyri brotsteigin spældi hann bóltin til Jónstein, sum var staddur nakað til vinstru inni í brotsteiginum hjá ÍF. Í sera góðari støðu valdi Jónstein at royna at lobba bóltin upp um málmannin hjá ÍF, men tíverri fyri okkara fór bólturin eisini upp um málið.

Næstu løtuna vóru ikki teir nógvu møguleikarnir, og dysturin tóktist dovnaður nakað. Trýstið, sum ÍF hevði havt fyrstu 25 minuttirnar, var mest sum burtur, og tí kom leiðslumálið hjá ÍF illa við hjá okkara monnum. Heilt stutta tíð undan steðginum tók ÍF nevniliga leiðsluna. Málið kom eftir eitt langt innkast, sum Jan Ellingsgaard við høvdinum longdi víðari inn í brotsteigin. Har var Dávid Langgaard fyrstur á leysa bóltinum og setti hann trygt í netið. Júst hesa løtuna hevði ÍF ikki verið við yvirlutan, og tí kom málið illa við okkara vegna, men sæð yvir allan fyrra hálvleik var neyvan nakar ivi um, at leiðslan var uppiborin.

 

ÍF avgjørdi dystin

Vónin hjá heimaáskoðarunum og heimamonnunum var, at spælið fór at gerast betri í seinna hálvleiki, men hóast hetta, so var langt í millum góða spælið og møguleikarnar. Tó so okkara menn kundu havt javnað eitt lítið korter inn í seinna hálvleik, tá Jónstein eftir hornasparkskombinatión rak seg í góða støðu inni í brotsteiginum hjá ÍF og smekkaði til. Hann fekk eisini bóltin fram við Petur Meinhard í málinum hjá ÍF, men á sjálvari málstrikuni stóð Andy Olsen og fekk ruddað bóltin burtur av vandaleið.

Hesa løtuna hevði EB/Streymur havt munin, men lítla løtu seinni gjørdist støðan enn betri hjá ÍF. Ein langur bóltur verður sendur fram móti Ara Ellingagaard. Árni í verjuni hjá okkum vinnur luftbóltin, og í støðuni sær út til, at Ari fremur greitt fríspark móti Árna – tó uttan at hetta á nakran hátt var tilætlað. Maðurin við floytuni metti tó ikki, at talan var um fríspark, og Ari gjørdi ikki matari enn at flukta bóltin úr eini 25 metrum upp um Róa Zachariasen og í málið til støðuna 0-2.

Nú sá einki út hjá okkara monnum. Seinastu 20 minuttirnar av dystinum royndi EB/Streymur at spenna álopsbogan. Arnbjørn Hansen, Jens Michael Jensen og Svein Knút Magnussen vóru sendir á vøllin, men hetta var bara ikki dagurin hjá okkara monnum. Tað tættasta, EB/Streymur kom til at minka um munin, var, tá ein ÍF’ari eftir horna mundi stútað bóltin í egið mál, men stongin stóð í vegin.

Tað endaði sostatt við 0-2 tapi á heimavølli móti ÍF, sum harvið fekk ársins fyrsta sigur. Okkara leikarar mugu bara arbeiða hart komandi dagarnar, og so vón vit, at úrslitið verður betri sunnudagin, tá ið HB kemur á vitjan.

 

0-1: Dávid Langgard, 43.

0-2: Ari Ellingsgaard, 67.

 

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Poul G. Olsen, Árni G. Olsen, Petur Zachariasen, Ragnar Danielsen (Svein Knút, 60.) – Tóki Johannesen (Arnbjørn, 70.), Rógvi E. Nielsen – Jónstein Magnussen, Magnus Jarnskor (Jens Michael, 77.) - Steffan Løkin, Arnbjørn Hansen

Gult kort: Rógvi E. Nielsen, Steffan Løkin, Árni G. Olsen, Poul G. Olsen, Niklas Kruse


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023