Glottar at hóma í tapi

04. juni 2019

Sjálvt um tað bleiv til enn eitt tap – tað triðja á rað – so vóru glottar at hóma hjá EB/Streymi í útidystinum móti HB

Seinastu dystirnar hevur talan verið um størstu mótbrekkuna higartil í ár. Seinastu tveir dystirnar hevur EB/Streymur tapt tilsamans 1-12, og lítið var at ivast um, at liðið ætlaði at reisa seg á útivølli móti føroyameistarunum úr HB.

Tað eydnaðist eisini í ein mun, tí tað vóru stórir glottar at hóma, men í løtuni fara tíverri ov nógv mál ígjøgnum. Tað gjørdi tað eisini í Gundadali móti HB.

 

Frálík byrjan

Dysturin byrjaði annars avbera væl fyri okkara menn. Tað vóru ikki farnir tveir minuttir, tá ið Arnbjørn fekk fatur á bóltinum nakað til høgru inni í brotsteiginum hjá HB. Hann sneiddi ein verjuleikara av, og úr spískum høgdi hann bóltin upp í longra málhorn. Eitt sera vakurt mál.

Tað var HB, sum hevði bóltin mest í dystinum, men hóast hetta, so smæddust okkara leikarar ikki burtur. EB/Streymur dúvaði nevniliga upp á mótálop, og HB tyktist alla tíðina hava ávísar trupulleikar við skjótu umstillingunum.

Men tað vóru heimamenninir, sum fingu næsta málið í dystinum. Eftir eitt knapt korter fekk HB fríspark í vinstru síðu. Tíverri hevur HB Adrian Justinussen á liðnum, tí tað man vera fáur føroyskur fótbóltsleikari, sum hevur so góðan sparkiteknikk, sum hann hevur. Hann gjørdi heldur ikki matari enn at høgga bóltin beinleiðis í málið, og so stóð á jøvnum 1-1.

Gleðin var tó stokkut í HB-leguni. EB/Streymur hevði ikki meira enn givið bóltin upp, so endaði eitt gott álop við, at Rógvi fekk sent Steffan inn um verjuna í høgru síðu. Steffan smekkaði bóltin flatt inn fyri málið, og har var Arnbjørn fyrstur á og skoraði fyri aðru ferð í dystinum. 2-1 til EB/Streym!

Aftur gekk bert ein lítil løtu, so stóð aftur á jøvnum. Hesa ferð var fyrrverandi áleyparin hjá okkum, Ari Mohr Olsen, fyrstur á einum innleggi og sneiddi bóltinum í málið við høvdinum.

Byrjanin hevði verið ógvuliga hendingarrík við fýra málum eftir bert 17 minuttum. Næstu løtuna var tað tó, sum um liðini traðkaðu eitt lítið sindur á bremsuna. HB hevði nú bóltin meira og spakiliga megnaðu teir at leggja eitt ávíst trýst á EB/Streym, og tá góður hálvur tími var farin, kom HB á odda. Aftur var tað Ari Mohr Olsen, sum var málskjútti. Hesa ferð bleiv hann spældur inn um verjuna hjá EB/Streymi, og einsamallur við Jákupi Højgaard var hann eirindaleysur.

Nú mundi fleiri helst halda, at HB av álvara fót at stea seg á dystin, men soleiðis var ikki. Síðstu løtuna áðrenn steðgin komu okkara menn longur fram á vøllin, og onkrar spentar støður vóru í brotsteiginum hjá HB. Og beint fyri steðgin bragdaði. Eftir gott uppspæl í høgru bleiv bólturin sendur inn fyri. Á ein ella annan hátt fekk bólturin kós móti málinum, har Teitur Gestsson ikki sá alt for gott út, tá hann fumlaði bóltin út til ein púra leysan Steffan Løkin, sum bara skuldi senda bóltin í tóma málið. 3-3 var hálvleiksstøðan.

 

Ov nógv mál ígjøgnum

Myndin í seinna hálvleiki var ikki nógv øðrvísi enn tann í fyrra. HB var meiri á bóltinum, men EB/Streymur hótti alla tíðina við skjótum mótálopum. Fyrstu løtuna var tað tó HB, sum hevði tær bestu støðurnar, men verjan og Jákup Højgaard høvdu aloftast tamarhald á.

Tá eitt gott korter var farið av seinna hálvleiki bragdaði so enn eina ferð hjá EB/Streymi. Hesa ferð var uppspælið í vinstru síðu, har Steffan hevði rikið seg í góða støðu. Hann sendi út frá til Gest, sum var staddur beint uttan fyri brotsteigin hjá HB. Tað sá faktiskt út til, at ein HB-verjuleikari hevði lisið støðuna og fekk ruddað burtur, men Gestur fekk uppá ein ella annan máta skot á, og tala gjørdist um eitt øgiligt skot, sum streyk upp í longra málhorn uttan at landsliðsmálverjin, Teitur Gestsson, hevði nakran møguleika at taka tað.

So vóru vit aftur á odda, og nú byrjaði tað av álvara at síggja spennandi út. Men enn eina ferð svaraði HB aftur, og hesa ferð gekk skjótt. Fyrst fingu teir eitt brotsspark, sum sá rættiliga bíligt út. Hetta umsetti Adrian Justinussen trygt til mál, og so gingu bara tveir minuttir, so lá bólturin tíverri aftur í okkara máli. Hesa ferð var uppspælið í høgru, har tað bleiv sent flatt inn fyri til Ara Mohr Olsen, sum sendi bóltin í opna málið til 5-4. Harvið fekk hann eisini sítt hattrikk í dystinum.

Fáar minuttir seinni fall endaliga avgerðin, tá Sebastian Pingel gjøridst leysur, rak fram við Jákupi Højgaard, og sendi bóltin í málið til 6-4, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Sum heild var innsatsurin meira enn góðkendur hjá okkara monnum, men hóast hetta, so er kenslan tann, at tá mann fær fýra mál á útivølli í Gundadali, so er tað rættiliga ergriligt ikki at koma heim við í minsta lagi einum stigi.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023