Legendur móti ungum spírum

05. juni 2019

Leygardagin á Sundalagsstevnu – altso tann 8. juni – verður forkunnugur fótbóltsdystur við Margáir. Tá fara nakrar av legendunum hjá EB/Streymi at savnast aftur, og á mótstøðuliðnum verða fleiri av ungu spírunum í felagnum, sum í dag leika við næstbesta liðnum.

Á legenduliðnum vera leikarar, sum spældu við felagnum í árunum frá 2006 til 2012. Hetta er uttan iva besta tíðarskeið í søguni hjá felagnum. Hesi sjey árini vann besta liðið føroyameistaraheitið tvær ferðir og endaði nummar tvey í FM-kappingini øll hini fimm árini. Harafturat vann liðið kappingina um Løgmanssteypið fýra ferðir og tapti finaluna tvær ferðir.

Talan er um eina óhoyrt góða gongd yvir sjey ár, har liðið øll árini hevur verið við í oddinum í bæði kappingini um meistaraheitið og í kappingini um Løgmanssteypið. Leygardagin verður so fyrstu ferð, at fleiri av hesum leikarum savnast aftur.

Leggjast kann afturat, at venjarar, sum vóru venjarar hjá felagnum í hesum tíðarskeiði, koma eisini at standa á odda fyri liðnum henda dagin.

Dysturin skal eftir ætlan byrja kl. 18.00.

Frá nú av og fram til leygardagin fara vit at leggja smáar brellbitar út, um hvørjir leikarar verða við á legenduliðnum.


Seinastu tíðindi

Tóki Johannesen heldur fram
30.11.2019
Petur heldur fram
28.11.2019
Andras hevur skriva undir
27.11.2019
Fróði er nýggjur formaður
21.11.2019
Aðalfundurin heystið 2019
03.11.2019