Kundu fingið meira burturúr

11. august 2019

Fyri steðgin kundu okkara leikarar saktans fingið meira burturúr í útidystinum móti B36, men tá B36 fyrst hevði lagt seg á odda var tað, sum um broddurin fór av okkara monnum, og so endaði tað tíverri við einum trivaligum heimasigri

Talan var um sera trupla uppgávu á útivølli hjá okkara monnum hetta umfarið, tá túrurin gekk í Gundadali, har eitt av oddaliðunum, B36, tók ímóti. Serfrøðingar og veddingarfyritøkur høvdu ikki tað stóru tiltrúnna til EB/Streym undan dystinum, og hetta komst sjálvsagt ikki av ongum.

Gongdin hevur nevniliga ikki verið serliga góð hjá okkara monnum í seinastuni. Seinastu 11 umførini undan dystinum í Gundadali vóru okkara menn farnir av vøllinum uttan fulla úrtøku, meðan gongdin hjá vertunum úr B36 hinvegin hevur verið sera góð. Seinastu níggju ferðirnar hava teir fingið stig, og tí vóru heimamenninir mettir sum stórfavorittar.

 

Áttu at fingið meira burtur úr fyrra hálvleiki

Nógvar broytingar vóru í byrjanaruppstillingini samanborið við dystin á heimavølli móti TB. Serliga miðvøllurin var spildurnýggjur, har Tóki, Svein Knút og Gestur, sum var leikbannaður seinast, nú vóru við frá byrjan, meðan Teitur í álopinum fyri fyrstu ferð slapp at royna seg frá byrjan á besta liðnum hjá EB/Streymi. Harafturat var Rói aftur at síggja í málinum, eftir at Jákup annars hevur vart málið í longri tíð.

Hóast nógvu broytingarnar tóktust okkara menn als ikki ávirkaðir av hesum. Hinvegin var byrjanin sera góð, og heimamenninir høvdu sera trupult við at spæla seg fram til nakrar málmøguleikar móti okkara verju, sum tóktist standa stinn í flest øllum førum.

Fram eftir tóktist eisini at vera hampiligt bit í, tí í fleiri førum brutu okkara uppspælið hjá B36, og so gekk skjótt. Tíverri manglaði seinasti neyvleikin ov ofta, men hóast hetta átti EB/Streymur helst at havt tikið leiðsluna.

Fyrst var Teitur sera nær við, tá Steffan slapp ígjøgnum í vinstru. Tá hann legði inn fyri var Teitur fyrstur á bóltinum, men hann rakti hann tíverri ikki serliga væl. Møguleikin var tó ikki av, tí Ragnar fekk fatur á bóltinum við aftaru stong, men hann ivaðist tíverri heldur leingi, og so endaði tað heila við einum hornasparki til okkara.

Lítla løtu seinni var EB/Streymur enn tættari við at taka leiðsluna. Eitt høgt trýst endaði við, at Steffan vann bóltin frá B36-málmanninum. Bólturin endaði hjá Teiti, sum úr spískari støðu valdi at royna seg móti málinum. Hann rakti tó málmannin, sum mest sum lá fyri skotið. Í staðin fyri at skotið átti Teitur helst at havt rikið fram við liggjandi málmanninum og síðani skotið bóltin í málið, ella kundi hann eisini spælt bóltin til Steffan, sum var púra leysur.

Tá ið EB/Streymur ikki tók av stóru møguleikunum, sum teir fingu, so blivu teir í staðin revsaðir í hinum endanum. Eitt spark frá einum verjuleikari, sum mest av øllum líktist einum neyðsparki, endaði við at spæla Michal Przybylski púra leysan í okkara vinstru síðu. Einsamallur við Róa í málinum var hann eirindaleysur, og so vóru heimamenninir á odda. Talan var um eitt ógvuliga keðiligt mál, tí B36 hevði ikki havt nakran upplagdan møguleika undan hesum. Harafturat tóktist Michal at vera alt ov leysur í støðuni!

 

Mistu broddin

Meðan fyrri hálvleikur hevði verið sera góður, so var myndin øðrvísi eftir steðgin. Málið, sum B36 fekk móti endanum av fyrra hálvleiki, tóktist á ein ella annan hátt at hava tikið mótið frá okkara monnum, samstundis sum leikararnir á heimaliðnum nú tóktust meira tryggir.

Tí gekk heldur ikki long tíð, til B36 økti um leiðsluna. Hesa ferð slapp Alex Mellemgaard at standa alt ov leysur inni í okkara brotsteigi eftir eitt sindur av trunkaspæli, og hann kundi lættliga sendi bóltin í málið.

Og tað gingu bara 2-3 minuttir, so fall avgerðin. Hesa ferð valdi dómarin at døma brotsspark til B36, tá hann metti, at eitt innlegg frá heimamonnunum hevði rakt armin á Peturi. Kanska bólturin rakti armin, men lítið er at ivast í, at brotssparkið tóktist ógvuliga bíligt. Hvussu var og ikki, so hevði Árni Frederiksberg ongar trupulleikar við at senda bóltin í málið, og so var 3-0 til B36.

Eftir hetta javnaði dysturin seg nakað út, og EB/Streymur kom nú betur við. Móti endanum høvdu okkara menn eisini fleiri góðar støður, men mest sum hvørja ferð var seinasta avleveringin ov óneyv.

Tað endaði við einum 0-3 tapi, sum helst ikki kom óvart á nakran uttan fyri standandi. Sjálvt um tapið ikki var óvæntað, so kundi dysturin havt lagað seg heilt øðrvísi, um okkara leikarar tóku av møguleikunum í fyrra hálvleiki. Soleiðis skuldi tað tó ikki vera, so nú er bara at hyggja fram til næsta dyst, sum verður sunnudagin um eina viku á útivølli móti Víkingi.

Saman standa vit sterk!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023