Venjing í Korona-tíðum

22. mars 2020
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Eftir ynski frá leikarum og venjarum hava vit valt at skipa fyri felagsvenjing fyri Betri-liðið hjá monnum í komandi viku. Vit hava ráðført okkum við læknafakliga ráðgevan hjá FSF, og fingið at vita hvussu man frægast skipar venjingina soleiðis, at smittuvandin er so lítil sum gjørligt. Sum skilst hava flest øll feløgini í hesum døgum venjingar eftir hesum leisti.

Saman, hvør sær

Fyri at minka um smittuvandan eru leikararnir býttir í smærri bólkar, fýra í hvørjum. Hesir fýra venja saman uttan at koma í samband við hinar bólkarnar. Innanhýsis í bólkunum verður eisini hildin frástøða á minst 4 metrar. Leikararnir koyra til venjing hvør sær, møta umklæddir og fara beint heim aftur aftaná venjing.

Orsaka av hesum serligu atlitum eru venjingarnar drúgvari enn vanligt. Hesa komandi vikuna eru venjingarnar við Margáir mánadag, týsdag og hósdag millum kl. 16.00 og 19.30. Í hesum tíðarskeiðum ber tí ikki til hjá børnum og øðrum at spæla á vøllinum.

Nøkrum viðhaldsfólkum dámar væl at vera til staðar tá venjing er. Tey, sum gera hetta komandi tíðina vera biðin um, at halda hóskandi frástøðu til hvønn annan og til leikarar og venjarar.
Húsið við Margáir er ikki opið fyribils.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023