Ungur nemur, gamal fremur

24. mai 2020

Nú eru yngru liðini hjá EB/Streymi eisini farin undir regluligar venjingar. Flestu liðini venja skiftivís á Eiði og í Streymnesi. Venjingartíðirnar hjá teimum ymsu liðunum finnast á heimasíðuni og á Facebook-bólkunum hjá teimum einstøku liðunum. Hjá fleiri av liðunum byrjar landskappingin longu komandi vikuskifti.

Í góðveðrinum í morgun "vandu" Spírarnir við Margáir. Hetta er hugnafótbóltur fyri foreldur og børn upp til á leið 5 ár. Ætlanin er at hava eitt líknandi tiltak á Eiði um 14 dagar. 

Her eru nakrar "stemnings-myndir" frá venjing hjá yngri deildum aftaná Korona.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023