Væl eydnað fiskikapping

05. juli 2020
  • Fróði Reinert Petersen, formaður í EB/Streymi | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Felagssangur við fylgispæli frá Signar í Homrum | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Felagssangur við fylgispæli frá Signar í Homrum | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Felagssangur við fylgispæli frá Signar í Homrum | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Bjarki Skaale bar fram røðu | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Steyp og vinningar fyri tyngstu sílini | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Eyðstein Zachariasen, næstformaður í EB/Streymi, stóð fyri at viga størstu sílini | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Frá vinstru: Jóhan Hansen, sum bleiv nr. 2, vinnarin Elin Sólsker, og Elias Reinert Jacobsen, ið gjørdist nr. 3 | Mynd: Sofus Debes Johannesen

Árliga fiskikappingin, sum EB/Streymur skipar fyri, var á Eiðisvatni – ella Suðuri á Vatni, sum eiðisfólk siga – seinasta vikuskiftið.

Tiltakið eydnaðist stak væl. Nógv fólk høvdu leitað sær hagar, fleiri at fiska og luttaka í kappingini, og onnur mest fyri at hugna sær. Fleiri campingvognar og telt vóru eisini at síggja, og nógv teirra komu longu hóskvøldið og vóru har alt vikuskiftið.

Fríggjakvøldið var hugnakvøld, har Signar í Homrum spældi undir til felags-sangin, og Bjarki Skaale bar fram røðu. Nógv fólk vóur komin saman til hesa hugnaløtuna.

Á middegi leygardagin endaði fiskikappingin. Størsta sílið fekk Elin Sólsker, tað vigaði 948 g., Jóhan Hansen var nr. 2 við síli, sum vigaði 916 g., og á triðja plássi var Elias Reinert Jacobsen við síli upp á 707 g. Vinnararnir fingu steyp og gávu frá Jógvan Weihe.

EB/Streymur ynskir vinnarunum hjartaliga til lukku og takkar øllum fyri eitt sera hugnaligt vikuskifti.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023