Fótbólturin byrjar spakuliga aftur

14. august 2020

Fótbóltssambandið hevur í dag boðað frá, at fótbólturin í næstum so smátt byrjar aftur. 

Betri-deildin hjá monnum heldur fram sum ætlað. Tó er forboðið móti at hava áskoðarar longt til og við 28. august. Hetta er fyri okkara viðkomandi sostatt galdandi fyri útidystin móti TB sunnudagin og heimadystirnar móti AB tann 23/8 og ÍF tann 28/8. 

Aðrar vaksnamannadeildir byrja aftur at leika dystir frá leygardegnum 22. august og barna- og ungdómsdeildirnar byrja at leika dystir aftur frá leygardegnum 29. august. Øll lið byrja at venja aftur í komandi viku, men við strongum atliti til galdandi Koronavegleiðingar fyri ávikavist vaksin og børn.

Komandi dystirnir vera leiktir eftir upprunaligu leikskránni, og FSF arbeiðir við at finna nýggjar tíðir til útsettu dystirnar.

Úrvalsevnjingarnar og landsliðsvenjingar hjá FSF byrja aftur frá mánadegnum 24.august 2020.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023