Rói fingið landsliðsboð

25. august 2020

Mánadagin tók nýggi U21-landsliðsvenjarin Sámal Erik Hentze út sín fyrsta hóp, og millum teir 20, sum eru úttiknir er ein leikari úr EB/Streymi, nevniliga málverjin Rói Zachariasen. 

U21-landsliðið skal í næstum spæla tveir EM-undankappingardystir - báðar á Svangaskarði. Mikudagin 2. september kl. 17 spæla teir móti Ísrael og týsdagin 8. september kl. 17 móti Norðurmakedonia.

Umframt Róa, eru onkrir aðrir kenningar í hópinum, millum annað Bjarni Petersen, sum spældi nakrar dystir við EB/Streymi fyrr í ár.

Hópurin er hesin: Rói Zachariasen, Rói M. Hentze, Hanus Sørensen, Ari Olsen, Bjarni Petersen, Mads Mikkelsen, Samuel Chukwudi, Ólavur Niclasen, Andri Benjaminsen, Magnus H. Jacobsen, Hugin Samuelsen, Mórits H. Mortensen, Jákup Andreasen, Lukas Giessing, Jonn Johannesen, Stefan Radosavljevic, Petur Knudsen, Hannes Agnarsson, Pætur Petersen og Steffan Løkin.

Vit ynskja Róa tillukku við úttøkuni og góða eydnu.


Seinastu tíðindi

Eitt stig í Fuglafirði
27.09.2020
Greiður ósigur móti HB tá samanum kom
23.09.2020
(Næstan) allur fótbóltur útsettur
23.09.2020
Javnur dystur hóast 4-1 tap
19.09.2020
Beiskur biti eftir góðkent avrik
13.09.2020