Lea Lisberg fingið landsliðsboð

07. september 2020

John Petersen, landsliðsvenjari hjá kvinnum hevur tikið út hópin til komandi EM-undankappingardystirnar á heimavølli móti Norðurírlandi og Hvítarusslandi. Av teimum 22, sum eru úttiknar hesaferð, eru fleiri, sum ikki áður hava verið í A-landsliðshópinum. 

Ein teirra, sum er úttikin fyri fyrstu ferð er okkara egna Lea Lisberg. 18 ára gamla Lea, sum kann spæla á stórt sæð øllum plássum á vøllinum, er ikki óvon í landsliðshøpi. Hon hevur spælt tilsamans 20 U-landsdystir (U15, U17 og U19), og í ymsum samanhangum eisini verið partur av hondbóltslandsliðum. Hetta verður tó fyrstu ferð hon skal royna seg í A-landsliðshøpi.

Dystirnir hesaferð eru fríggjadagin 18. september kl.17. móti Norðurírlandi og týsdagin 22. september kl.17 móti Hvítarusslandi. Báðir dystirnir verða spældir á Tórsvølli. Hini liðini í bólkinum eru annars Noreg og Wales.

Hópurin er annars hesin:

Eyðgerð Mikkelsen, Sarita Mittfoss, Kára Djurhuus, Julia Mortensen, Jónvá Hentze og Sara Lamhauge úr HB, Óluva Joensen, Birita Ryan, Sanna Svarvadal og Evy á Lakjuni úr KÍ, Unn Hvidbro, Margunn Lindholm og Heidi Sevdal úr NSÍ, Elisabeth Vang og Olga Kristina Hansen úr B36, Marita Jarnskor, Jensa Tórolvsdóttir, Jacoba Langgaard og Hanna Højgaard úr ÍVB, Olga F. Olsen úr FB (DK), Ásla Johannesen úr FC Nordsjælland (DK) og altso Lea Símunardóttir Lisberg úr EB/Streymi/Skála.

Vit ynskja Leu tillukku við úttøkuni og góða eydnu við hesum spennandi avbjóðingum.


Seinastu tíðindi

Eitt stig í Fuglafirði
27.09.2020
Greiður ósigur móti HB tá samanum kom
23.09.2020
(Næstan) allur fótbóltur útsettur
23.09.2020
Javnur dystur hóast 4-1 tap
19.09.2020
Beiskur biti eftir góðkent avrik
13.09.2020