Beiskur biti eftir góðkent avrik

13. september 2020
  • Rói Heðinsson Olsen | Mynd: Sofus Debes Johannesen

Í dag var Víkingur á vitjan við Margáir. Tey flestu munnu vera samd um, at liðavrikið hjá EB/Streymi fyri tað mesta var sera gott. Menn vóru raskir í verjustøðu, og tá vit høvdu bóltin, so spældu okkara menn væl runt á liðnum. Vit komu javnan í góðar støður, og spælararnir hjá Víkingi tøktust ikki sørt ovfarnir av, at okkara løgdu so bragdliga fyri. Vit stillaðu upp við Róa í mál. Í verjuni vóru Árni, Mikkjal, Andras og Ragnar. Á miðjuni vóru Hjalti og brøðurnir Bárður og Rói, meðan Niklas, Símun og Gutti mannaðu offensivin. Teir ið komu á vøllin vóru Arnbjørn, Petur og Teitur.

Heimaliðið EB/Streymur legði bragdliga fyri í dystinum. Vit pressaðu Víking væl og løgdu okkum fult fortjent á odda í fyrra hálvleiki, tá Niklas Kruse eftir 38 minuttir dirigeraði bóltin í kassan. Mikkjal Hellisá var hægstur á einum hornasparksinnleggi, og legði upp til Niklas.

Nakað inni í seinna hálvleiki fingu víkingar brotsspark, sum Sølvi Vatnhamar skoraði uppá. So stóð á jøvnum 1-1. Nú væntaði onkur nokk, at Víkingur fór at seta seg meiri á dystin, men í 65. minutti legði Rói Olsen EB/Streym á odda við skoti, staddur nakað uttanfyri brotsteigin. Bólturin smeyg sær upp í hornið, til vinstru hjá Róa, og til høgru hjá Eliasi Fagrá í málinum, sum ikki hevði stórvegis møguleika at bjarga skotinum.

Støðan 2-1 til EB/Streym helt sær einar 20 minuttir. Finnur Justinussen vildi sleppa upp í part í málskjótingini, og í 82. minutti skoraði hann fyrra mál sítt. Fyrra málið hjá Finni kom eftir fríspark, ið Sølvi serveraði. Nú var mótbrekka. 2-2, og EB/Streymur fekk eitt reytt kort (2 gul). Við 10 móti 11 og tungum pressi frá gestunum, valdi venjarin at leggja Arnbjørn í eina 5mansverju. Petur tók sær av høgra vongverja, og Teitur kom inn á vongin.

Tað var ikki fyrr enn langt inni í yvirtíðini, at Víkingur søkti EB/Streym. Finnur fann málið og gjørdi tað til 3-2 til Víking.

Tað kenst sum beiskur biti at tapa ein slíkan dyst. Vit tordu í stóran mun at spæla okkara spæl og vóru heilt væl við. Tað er munur á teimum liðunum í botninum og teimum í topp 5. EB/Streymur liggur enn sum áður á 7. plássi, meðan Víkingur við sigrinum í dag kann hyggja uppeftir móti topp 3 ella 4. Teir skulu tó seta ferð á fyri at fylgja við. Tað skal viðmerkjast, at beint nú hava nøkur lið spælt fleiri dystir enn hini.

Næsti dystur hjá EB/Streymi verður við Løkin í Runavík móti NSÍ næsta sunnudag, 20. september. Drívið á!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023