Seinasta leikumfar og koronustøðan

06. november 2020

Fótbóltssambandið hevur sent soljóðandi tíðindaskriv:

"Vísandi til, at okkara landslið skulu í dystir í næstum, verður heitt á allar áskoðarar um IKKI at fara inn á vøllin í samband við steypa- og medaljuhandan

Í kvøld, fríggjadagin 6. november er seinasta umfar í 1. deild á skránni, og í morgin, leygardagin 7. november endar landskappingin í Betri Deildini hjá monnum.

Í tí sambandi heitir Fótbóltssamband Føroya á allar áskoðarar um at halda frástøðu, og at eingin óviðkomandi fer inn á vøllin, tá dómarin floytar av. Hetta fyri at verja spælarar, dómarar og hvønn annan ímóti møguligari koronasmittu.

Flestu feløg hava spælarar, sum skulu uttanlands við landsliðum í næstum, eins og fleiri feløg skulu spæla steypadystir seinni í hesum mánaðinum. Tí hevur tað stóran týdning, at vit saman ansa eftir, so eingin verður útsettur fyri koronasmittuni.

Heimafelagið hevur ábyrgd av trygdini í samband við dystir, men hervið verður heitt á øll um at verða viðvirkandi til, at seinastu dystirnir kunnu avgreiðast undir tryggum kørnum."

 


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023