Arnar heldur fram

12. november 2020

Tað hevur í eina tíð verið greitt, men nú eru formligu viðurskiftini eisini fingin uppá pláss.

EB/Streymur og Arnar Dam hava gjørt sáttmála, soleiðis at Arnar eisini komandi kappingarár verður partur av venjaratoyminum hjá EB/Streymi.

Arnar er 29 ára gamal, og átti tí at verið í besta fótbóltsaldri. Hann hevur tó seinnu árini verið so mikið darvaður av skaðum, at hann hevur slept ætlanunum um at halda fram við fótbólti á hægsta støði. Hann hevur spælt tilsamans 221 dystir fyri fyrstalið hjá EB/Streymi. Tann fyrsta 15. september 2008 móti ÍF og tann seinasta 15. september 2019 móti ÍF.

Samstundis sum Arnar er partur av toyminum kring fyrstalið hjá EB/Streymi, er hann eisini farin undir at taka B-venjaraútbúgvingina hjá FSF.

Vit fegnast um at vit kunnu fáa gleði av royndunum og góðu eginleikunum hjá Arnari, og ynskja honum og felagnum tillukku við sáttmálanum.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023