1. deild vann móti B36

13. apríl 2021

Við tveimum málum frá Jákupi Hummeland í fyrra hálvleiki vann 1. deild hjá EB/Streymi í kvøld 2-0 móti B36, og harvið sín fyrsta dyst í ár. 

Sum uppflytari í 1. deild var undan hesum kappingarárinum greitt, at EB/Streymur fór at fáa nógvar harðar dystir. Fyrstu fýra umførini hevur úrtøkan í stigum eisini verið soltin, men nógv hevur verið at fegnast um, bæði í spæli og hugburði. Í fyrsta umfari taptu vit 1-2 á útivølli móti HB og tveir teir næstu dystirnir vórðu eisini taptir við einum máli móti niðurflytarunum úr Betri-deildini, Skála og AB. Í øllum trimum dystunum kundu vit við eitt sindur av hepni fingið minst eitt stig.

Í fjórða umfari sá út til at vit rættiliga fóru at fáa oyrini í maskinuna, tá vit í útidystinum móti deildarvinnarunum árið fyri, Víkingi komu afturum 3-0 áðrenn fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Við einum sera góðum innsatsi stríddu okkara menn seg tó inn aftur í dystin, sum endaði 4-4. Og so brendu vit enntá eitt brotsspark í yvirtíðini.

Í kvøld var tað so B36, sum var á vitjan við Margáir. Havnamenninir vóru undan dystinum á 4. plássi, og mundu tí metast sum favorittar í dystinum móti EB/Streymi á 10. plássi. Dysturin byrjaði við at liðini togaðust um at fáa yvirtakið. Onkrir harðir nærdystir vóru, men fáir veruligir málkjansir. Útiliðið var kanska heldur næskari fyrstu løtuna, men EB/Streymaliðið var væl skipað og fekk sum frá leið meira yvirtak. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki varð ein langur bóltur sendur inn um B36-verjuna, og Jákup Hummeland og Rói Hentze í B36-málinum kapprunnu um at koma fyrst til bóltin. Teir komu mestsum samstundis, og Jákup fekk prikað bóltin framvið málverjanum, og kundi so púra ótarnaður seta bóltin í tóma málið.

Nú hevði heimaliðið yvirtakið og tá hálvleikssteðgurin nærkaðist eydnaðist at fáa sera týdningarmikla 2-0 málið. Hetta var við helst besta álopinum í dystinum, har einir 4-5 EB/Streymarar sendu skjótar one-touch avleveringar sínamillum, og álopið endaði við at bólturin var sendur innfyri úr høgru, og við aftaru stong flugtaði Jákup Hummeland bóltin í málið.

Í seinna hálvleiki høvdu bæði liðini onkran málkjans, og serliga móti endanum legði útiliðið nógv fyri, at minka um munin. Hetta gav tó eisini pláss í hinum endanum, og tað var líka nær við at heimaliðið økti um leiðsluna. Har komu tó ikki fleiri mál, og EB/Streymur vann sostatt sín fyrsta sigur í ár og lyftu seg harvið upp um niðurflytingarstrikuna. Hetta var eitt sera gott liðavrik av EB/Streymi, har leikararnir syndu sera góðan hugburð og stríðsanda, og hetta gav uppiborið úrslit. 

Liðið hjá EB/Streymi var hetta: Jóannes Davidsen - Óli Ejdesgaard, Rói Olsen, Filip Johansen, Fríði Johansen (68. Jákup Dahl-Olsen), Magnus Jarnskor, Arnar Dam, Sverri Mariusarson (46. Heðin Klakstein), Høgni Hummeland, Hans Pauli Samuelsen, Jákup Hummeland (84. Sørin Wardum).


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023