Fýra EB/Streymarar á U-19 landsliðnum

02. juni 2021

Sum vit kunngjørdu í síðstu viku hevur landsliðsvenjarin hjá U19-landsliðnum við dreingjum, Sigfríður Clementsen úttikið hópin til landsdystin móti Íslandi sunnudagin.

Nú eru tveir leikarar aftrat úttiknir, og teir eru okkara egnu Sverri Mariusarson og Jákup Hummeland. 

Frammanundan vóru Fayo Kruse og Filip Kruse Johansen í hópinum.

Hópurin fer í venjingarlegu á Svangaskarði í morgin, hósdagin. Legan endar við venjingardystinum móti Íslandi, sum verður sunnudagin 6. juni kl.15 á Svangaskarði.

U-19 hópurin er hesin:

Hans Jákup Armgrímsson, Víkingur
Fayo Kruse, EB/Streymur
Sverri Mariusarson, EB/Streymur
Bergur Jákupsson Poulsen, Víkingur
Filip Kruse Johannesen, EB/Streymur
Eiler Fróðason, 07 Vestur
Elias Rusborg, Hvidovre BK
Mathias Weihe Joensen, B36
Mathias M. S. Johnsson, SfB Oure
Símun Kalsø, KÍ
Fríði í Túni Petersen, B68
Fríði á Borg, B36
Jákup Norðoy Wilhelmsen, KÍ
Martin Agnarsson, B36
Poul Kallsberg, Skála
Heini F. Sørensen, FC Midtjylland
Emil Weihe Joensen, ÍF
Beinir Nolsøe, NSÍ
Bogi Hentze, B71
Richard Højgaard de Franca, Holbæk B&I
Tóki Hanusarson á Lógv, KÍ
Jákup Andrias Thomsen, Víkingur
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jørgen Nielsen, NSÍ
Jákup Hummeland, EB/Streymur

Í november 2021 skulu U19-dreingirnir til EM-undankapping í Grikkalandi, har mótstøðuliðini eru vertirnir, Grikkaland, Týskland og Russland.

Vit ynskja Sverra, Jákupi, Fayo, Filip og øllum hinum góða eydnu í komandi avbjóðingum.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023