Dramatikkur: Mistu á stokkinum í Gundadali

26. september 2021

Í dag leiktu B36 og EB/Streymur á ovara vølli í Gundadali. Úrslitið gjørdist 3-2 til heimaliðið, men EB/Streymur kom á odda bæði 1-0 og 2-0 við tveimum góðum málum frá Gutta Dahl-Olsen. B36 minkaði áðrenn hálvleik. Í seinna hálvleiki trýsti B36 EB/Streym nógv, og bæði liðini fingu ein spælara í part riknan av vølli. Ári fekk tvey gul kort, m.a. við at steðga Uros Stojanov, og sami Uros var alt ov harðligur við Árna G. Olsen fáar minuttir seinni, og so var status quo viðvíkjandi reyðum kortum.

Málini hjá B36 vórðu sjálvmál frá okkara síðu, umframt at Hannes Agnarsson og Alex Mellemgaard skoraðu, tann seinni við brotssparki langt inni í yviríðini, einir 95 minuttir vóru leiktir tá.

Í stóran mun var innsatsurin hjá EB/Streymi góður í dag, arbeitt varð sera hart og vit tóku av møguleikunum, tá vit fingu kontrastøður. Gutti var sera raskur at sneiða seg framvið Eriksen í samband við fyrra málið, og í seinna førinum legði hann einsamallur trýst á sama Eriksen og skrúvaði bóltin fram við B36 málverjanum, og fekk nokk av kraft á, so at Enevoldsen ikki náddi at renna bóltin upp.

Áskoðararnir fingu ein dramatiskan dyst fyri pengarnar, 5 mál og 2 reyð kort. Liðini góvu alt tað tey áttu, og spell var at tað koppaði skeiva vegin.

Liðið í dag:

Rói Zachariasen - Heðin Klakstein, Mikkjal Hellisá, Andras Olsen, Ári Arge - Bárður Olsen, Árni Grunnveit Olsen, Símun Sólheim - Niklas Kruse, Ronni Møller-Iversen og Gutti Dahl-Olsen.

Ragnar kom inn í fyrra hálvleiki fyri Gutta, Jóannes Eyðfinsson Davidsen varð settur at verja málið frá tí at seinni hálvleikur byrjaði, og seint í dystinum kom Arnbjørn Hansen á vøllin.

Næsti dystur er móti Víkingi. Tá fara vit enn einaferð at leggja nógv fyri, í royndini at vinna stig. Drívið á!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023