Aðalfundur 12. november

Boðað verður til reguligan aðalfund við Margáir, Streymnes, hóskvøldið 12. november 2026, kl. 19.00. Skrá sambært lógini: Val av fundarstjóra. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið. Val av nevndarlimum og tiltakslimum. Innkomin mál. Ymiskt. Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 10 dagar undan aðalfundinum. Nevndin
Sjálvmyndakapping hjá EB/Streymi

Uppgávurnar í samband við Sjálvmyndakappingina eru at finna her: Sjálvmyndakapping
EB/Streymur og FC Hoyvík hava gjørt avtalu um samstarv á kvinnusíðuni

EB/Streymur og FC Hoyvík hava gjørt avtalu um samstarv á kvinnusíðuni. Samstarvið fevnir um liðini í MeistaraDeildin kvinnur, 1. deild kvinnur og U16 gentur, har feløgini leggja saman fyri at styrkja menningina og skapa betri karmar fyri spælarar og venjarar. Við hesum samstarvi ynskja vit at byggja upp eitt sterkt og kappingarført umhvørvi, har dentur […]
EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Marius Kallestrup Nielsen

Vit fegnast um at kunna kunngera, at EB/Streymur hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við 20 ára gamla Marius Kallestrup Nielsen. Hann hevur spælt ungdómsfótbólt í Silkeborg IF og hevur síðani roynt seg í lægri donskum deildum, seinast í Kjellerup IF í danmarkseriuni. Ítróttastjórin Niels Pauli Danielsen sigur soleiðis um nýggja leikaran: – Marius er […]
EB/Streymur hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Lamin

EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við 22 ára gamla Ba Lamin Sowe úr Gambia. Sáttmálin er galdandi í tvey ár, og felagið fær harvið ein spennandi og evnaríkan leikara afturat í hópin. Lamin er ein vinstrabeintur og fjølbroyttur leikari, sum kann deka fleiri pláss á vøllinum. Hann er vanur at spæla á báðum kantum og […]
EB/Streymur styrkir verjuna við danskara

EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við 21 ára gamla verjuleikaran Laurits Nørby. Sáttmálin er galdandi til og við 2027. Laurits Nørby er 198 cm høgur. Hann er ein skjótur og sterkur verjuleikari, sum er tryggur í nærdystum. Laurits hevur áður umboðað Hobro í donsku 1. deild og Fjølnir í íslendskum fótbólti. Ítróttarstjórin í EB/Streymi, Niels Pauli […]
Aðalfundur

Lýst verður til regluligan aðalfund í ítróttarhúsinum við Margáir hóskvøldið 29. januar 2026, kl. 18.00. Skrá sambært lógini: Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar Val av grannskoðara Ymiskt. Nevndin
Venjaratoymið heldur fram

EB/Streymur hevur longt samstarvið við verandi venjaratoymið. Sigfríður Clementsen heldur fram sum høvuðsvenjari, meðan Jákup Mikkelsen og Niels Pauli Danielsen eisini eru knýttir at sum hjálparvenjarar í 2026. Sigfríður fer undir sítt fjórða kappingarár, á hesum sinni, meðan Jákup og Niels Pauli komu í toymið í fjør. Við hesum vísir felagið álit á arbeiðið sum […]
Nýggj nevnd

EB/Streymur hevði aðalfund mánakvøldið 3. november, har m.a. nýggj nevnd varð vald. Formaðurin, Theodor í Búrstovu, og Sarita Vesturdal Vesturtún stóðu ikki fyri vali í ár. Beinta Lisberg stóð fyri vali, og bleiv afturvald, meðan Djóni Eidesgaard og Jan Djurhuus ikki ynsktu afturval. Fyri teir blivu Fríða Beder og Óluva Eidesgaard vald, so nú er […]
Arnar Dam nýggjur høvuðsungdómsvenjari

Vit í EB/Streymi eru sera glað fyri at kunngera, at felagið hevur sett Arnar Dam sum nýggjan høvuðsungdómsvenjara. Arnar hevur í nógv ár verið knýttur at EB/Streymi í fleiri leiklutum. Arnar kom til EB/Streym sum leikari í 2008, og spældi nógv ár á fremsta mansliðnum. Tey seinni árini hevur Arnar verið í leiklutinum sum venjari, […]