Hvílandi limir, Club-1000 og árskort
Um gjaldsskipanina
EB/Streymur nýtir eina skipan hjá Elektron, har møgulleiki er at gerast hvílandi limur, limur í Club 1000 og keypa árskort til heimadystirnar hjá EB/Streymi.
Tá tú trýstir á leinki niðanfyri, skalt tú skriva neyðugu upplýsingarnar inn.
Í samband við gjalding skal upplýsast p-talið hjá tí, sum eigur kontoina, ið peningurin skal flytast av, peningastovnur og kontonummar. P-talið verður als ikki goymt, hvørki hjá Elektron ella EB/Streymi, men verður bara nýtt at sanna kontoeigaran í peningastovninum í samband við flytingina.
Tá tú meldar teg inn, er møguligt at velja ímillum fasta flyting, ella at gjalda eina ferð. Verður valt at gjalda eina ferð, er gjaldið 25 kr. hægri, sum er kostnaðurin fyri at senda bræv við Posta. Hetta gjald verður ikki kravt, um tú velur fasta flyting.
Somuleiðis ber til at tekna seg sum lim í Club 1000 við teimum fyrimunum, ið tað gevur. Vit heita eisini á tey um at tekna fasta flyting, men gjald fyri bara í ár er eisini møguligt.
Nær verður gjaldið flutt?
Hendan limaskipanin virkar soleiðis, at tá tú teknar teg, so verður gjaldið ikki goldið beinan vegin, men gjaldið verður altíð flutt umleið tann 1. í einum mánað.
Men vit síggja beinan vegin, at tú hevur teknað teg, so limaskapurin virkar frá tekningardegnum, hóast gjaldið verður flutt seinni.
Klæðir
EB/Streymur hevur avtalað við Sport24 í Havn, at limir í EB/Streymi fáa avsláttur tá teir keypa venjingarbúna felagsins.
Árskort 2024
Árskortið 2024 hjá EB/Streymi gevur atgongd til allar heimadystir bæði í landskappingini og steypakappingini.
Kostnaðurin fyri árskortið er 1.200 kr.
Tó kunnu limir keypa árskortið fyri 1.000 kr. Tað krevur, at tú keypir árskortið samstundis sum tú rindar limagjaldið. Sí "Vanligir limir (ikki aktivir - hvílandi)"
Finn tykkara deild her og trýst á slóðina fyri at melda til og gjalda
- Vanligir limir (ikki aktivir - hvílandi)
- Limur í Club 1000
- Keyp árskort 2023 (limir)
- Keyp árskort 2023 (ikki limir)
Dreingir og gentur frá U 7 til og við U 18, gjalda eina ferð, kr. 825,-