Steffan Løkin til EB/Streym
28. januar 2019
EB/Streymur hevur gjørt avtalu við NSÍ, um at leiga 18 ára gamla áleyparin, Steffan Abrahamsson Løkin, í eitt ár.
Steffan er ein ungur og sera evnaríkur áleypari. Steffan hevur enn sín fyrsta dyst í betrideildini til góðar, men hann hevur trena við okkum nú í eina tíð og hevur hann víst at hann heilt víst hevur evnini. Í fjør leikti hann við 1.deild og U21 liðnum hjá runavíkingum og skoraði 49 mál í 48 dystum. Hann var partur av U17 landsliðnum, ið spældi seg til EM endaspæli í 2017. Steffan hevur leikt 9 dystir fyri U17 landsliðið og 6 dystir fyri U1 landsliðið.
Vit ynskja Steffani til lukku við sáttmálanum og góða eydnu í betri deildini.
Seinastu tíðindi
EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Marius Kallestrup Nielsen
15.02.2026
EB/Streymur hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Lamin
13.02.2026
EB/Streymur styrkir verjuna við danskara
04.02.2026
Aðalfundur
12.01.2026
Venjaratoymið heldur fram
09.01.2026