Týdningarmikið stig í Sarpugerði

14. mai 2019

Eitt sera flott og týdningarmikið stig spurdist burturúr, tá okkara menn vóru á truplari uppgávu á útivølli í Sarpugerði fyrr í kvøld

Seinasti dysturin hjá okkara monnum í fyrsta triðingi av kappingini var á skránni fyrr í kvøld, tá okkara vóru á vitjan hjá Víkingi í Sarpugerði. Talan var á pappírinum um sera torføra uppgávu móti einum liði, sum undan hesum dystinum hevði vunnið fýra ferðir á rað.

Disiplineraður innsatsur

Men sjálvt um talan at síggja til var um eina sera torføra uppgávu, so fóru okkara menn við góðum huga undir dystin. Í fyrra hálvleiki høvdu okkara menn vindin undan, men sjálvt um hetta ofta sigist at vera ein fyrimunur, so vísir tað seg ofta at vera minst líka trupult at finna góða fótbóltsspælið fram undan vindinum.

Tað var heldur ikki talan um beinleiðis gott og flótandi fótbóltsspæl frá EB/Streymi, men hinvegin var talan um eitt sera disiplinerað avrik, har Víkingur hevði ilt við at spæla seg fram til málmøguleikar, sjálvt um teir vóru nógv meira á bóltinum.

Í roynd og veru komu teir bara fram til ein veruligan málmøguleika í fyrra hálvleiki. Hesin kom eftir knappar 40 minuttir, tá Sølvi Vatnhamar kom í sera góðu støðu til vinstru inni í okkara brotsteigi eftir bandaspæl við Filip Djordjevic, men tíbetur fyri okkara menn bjargaði Rói Zachariasen flott royndini frá Sølva.

Tað gingu bara eini tveir minuttir, so kom EB/Streymur fram til sín fyrsta møguleika, og talan var um ein ógvuliga gyltan møguleika. Okkara menn fingu nevniliga brotsspark, eftir at Steffan Løkin var farin um koll, og Ragnar Danielsen var ísakaldur úr 11 metrum, og so vóru vit á odda.

Trýst uttan teir stóru møguleikarnar

Í seinna hálvleiki stóð tað Víkingur á tí mesta. EB/Streymur lá langt afturi á vøllinum og vardi, samstundis sum okkara í onkrum førum royndu seg við mótálopum.

Sjálvt um Víkingur hevði bóltin størsta partin av tíðini, so høvdu teir sera torført við at spæla seg til nakrar málmøguleikar í undanvindinum. Teir høvdu nógv hornaspark og fleiri innlegg, men í roynd og veru var langt ímillum royndirnar á málið hjá Jákupi Højgaard, sum var komin inn fyri ein skaddan Róa Zachariasen í steðginum.

Ta einu ferðina var tó um reppið at Víkingur fekk javnað, tá Atli Gregersen stútaði móti málinum eftir eitt gott innlegg úr vinstru, men tíbetur fyri okkara menn var stonngin í vegin fyri royndini hjá Víkinga-liðskiparanum.

Men hóast okkara leikarar stríddust manniliga og vóru sera væl skipaðir í verjupartinum, so eydnaðist tað tó Víkingi at javna. Málið kom tá knappir 20 minuttir vóru eftir at leika, og var tað verjuleikarin Vukasin Tomic, sum skallaði bóltin í málið eftir hornaspark.

Eftir útjavnandi málið trýsti Víkingur fyri at fáa avgerandi málið, men sjálvt um talan gjørdist um nógv innlegg og hornaspørk, so vóru teir ongantíð av álvara tætt við at javna. Fragastu royndini eftir útjavnandi málið hjá Víkingi hevði okkara Niklas Kruse helst, tá hann royndi seg við rimmar skoti úr spískum, men Elias bjargaði út til horna.

1-1 gjørdist endaliga úrslitið, og sjálvt um vit við eitt sindur av hepni kundu staðið eftir við trimum stigum, so fegnast vit um at hava fingið eitt sera flott og týdningarmikið stig á útivølli móti einum av liðunum, sum fegið vil gera seg galdandi heilt frammi í oddinum.

0-1: Ragnar Danielsen, 42.

1-1: Vukasin Tomic, 71.

EB/Streymur: Rói Zachariasen (Jákup Højgaard, 46.) – Poul G. Olsen, Árni G. Olsen, Petur Zachariasen, Ragnar Danielsen – Svein Knút Magnussen, Rógvi E. Nielsen – Jónstein Magnussen (Tóki Johannesen, 65.), Magnus Jarnskor (Rói Olsen, 90.), Niklas Kruse - Steffan Løkin

Gult kort: Rógvi E. Nielsen, Niklas Kruse


Seinastu tíðindi

Klæmint-uppvísing í stórtapi
20.05.2019
Týdningarmikið stig í Sarpugerði
14.05.2019
EITT VANLIGT VIKUSKIFTI Í MAI
08.05.2019
Taptu týdningarmiklan heimadyst
30.04.2019
Annar sigurin á rað í torførum útidysti
19.04.2019