Góðkent avrik í keðiligum dysti

16. juni 2019

Eitt reytt kort til Petur og eitt brotsspark til Víking eftir eitt lítið korter var við til at oyðileggja heimadystin móti Víkingi fyri okkara viðkomandi. Avrikið frá leikarunum var tó meira enn góðkent.

Upptaktin hjá okkara monnum til dystin móti Víkingi var ikki av teimum bestu. Undan dystinum høvdu bæði Poul G. Olsen og Steffan Løkin melda avboð við sjúku, og tá hugsað verður um skaðalistan hjá okkara monnum, so kom hetta sjálvandi ikki so væl við.

Men hóast avboðini og skaðar sum heild, so vóru vónirnar hampiliga góðar til heimadystin móti Víkingi. Fyrr í ár megnaðu okkara nevniliga at spæla javnleik á útivølli móti víkingunum, og málið var uttan iva at fáa eitt minst líka so gott úrslit í heimadystinum.

 

Ergriligt reytt kort

Okkara leikarar byrjaðu dystin hampiliga væl. Víkingur var sjálvandi meira á bóltinum, men okkara tóktust hóast hetta tryggir í verjustøðu og royndu at skapa eitt sindur, tá teir fóru fram eftir vøllinum.

Men tað gekk bara eitt lítið korter, so blivu fyritreytirnar hjá okkara monnum munandi broyttar – og tað varð ikki til tað betra. Í einum álopi hjá Víkingi bleiv bólturin sendur inn um okkara verju, har Dion Splidt hevði runnið seg í góða støðu. Hann fekk skot á, men Jákup bjargaði trygt royndini. Í sjálvari skotroyndini var Dion tó í nærdysti við okkara Petur Zachariasen, og dómarin metti, at Petur var farin ov hart við Dion. Hann dømdi brotsspark, og Petur fekk beinleiðis reytt kort, tí dómarin metti, at hann hevði tikið ein upplagdan málmøguleika frá Víkinga-leikaranum.

Sølvi Vatnhamar var tryggur við brotssparkinum, og nú vóru fyritreytirnar hjá okkar monnum brádliga broyttar sera nógv. EB/Streymur var aftan fyri 0-1, samstundis sum okkara menn skuldu spæla í 75 minuttir í undirtali.

Liðið bleiv nú umskipað, soleiðis at okkara nú lógu langt afturi á vøllinum og vardu, og so royndi leikararnir at dúva upp á mótálop.

Í verjustøðu gjørdi EB/Streymur tað sera gott restina av fyrra hálvleiki. Víkingur kom bara til ein veruligan málmøguleika restina av hálvleikinum, og hann sendi Sølvi fram við málinum, hóast talan var um ein sera stóran málmøguleika.

 

Góðkent avrik

Í seinna hálvleiki sótu gestirnir enn á tí mesta, men okkara vóru fyri tað mesta væl skipaðir í verjuspælinum, og tí var sera langt millum møguleikarnar hjá Víkingi. Men miðskeiðis í hálvleikinum fór konsentratiónin eitt sindur hjá okkara monnum, og tá megnaði Víkingur at skora tvey skjót mál.

Fyrst var tað Dion Splidt, sum sendi bóltin í tóma málið eftir gott uppspæl frá Sølva Vatnhamar, og seinni var tað Filip Djordjevic, sum skallaði í mál, eftir eitt gott innlegg frá sama Sølva.

Nú var dysturin væl og virðiliga avgjørdur, men okkara emgnaðu tó at pynta um úrslitið fáar minuttir fyri leiklok, tá Ragnar Danielsen sendi eitt brotsspark í mál. Tíverri skoraði Víkingur so eina ferð afturat í tíðini, dómarin hevði lagt afturat. Málið skoraði Filip Djordjevic, eftir at innskifti Arnbjørn Svensson hevði spælt hann púra leysan.

Sostatt taptu okkara 1-4, men hóast keðiliga tapið, so var avrikið meira enn góðkent. Við manni í undirtali í samfullar 75 minuttir góvu okkara menn ikki nógvar møguleikar burtur. Tað er eisini at gleðast um, at ungi Ragnar Samuelsen, sum er leigaður úr B36, spældi ein góðan dyst. Tíverri endaði hann á sjúkrahúsinum eftir dystin við tí, sum minti um ein heilaskjálvta. Harafturat kunnu vit eisini gleðast um, at Arnar Dam var á vøllinum fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið.

Næsti dystur verður um eina viku í Hólmanum, tá ÍF kemur á vitjan.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023