Fróði er nýggjur formaður

21. november 2019
  • f.v Fróði Z, Kayo, Oddur, Eyðstein, Fróði, Rúni, Tonny og Ólavur

Aðalfundur hevur verði í hólmahúsinum á Eiði í kvøld. Nýggjur formaður valdur.

Fitt av fólki var møtt í hólmanum í kvøld til aðalfundin. Nevndin greiddi fyrst frá virksemi felagsins í 2019 og eftir hetta var nevndarval á skránni og her takkaði formaðurin seinasta árið Oddur Ejdesgaard fyri seg sum formaður.

Oddur Ejdesgaard, Rúni Kruse, Ólavur Ejdesgaard og Dan Olsen stóðu fyri valið. Rúni tók við afturvali. Afturat honum blivu Fróði Reinert Petersen, Kayo Sørensen og Eyðstein Zachariasen valdir í nevndina. Beinta Lisberg, sum hevði eitt ár eftir, hevði biði um at sloppi úr nevdini og í hennara stað bleiv Oddur Ejdesgaard valdur í eitt ár. Fróði Zachariasen og Ólavur Ejdesgaard vóru valdir sum tiltakslimir.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg. Nýggjur formaður er Fróði Reinert Petersen. Eyðstein Zachariasen er næstformaður, Rúni Kruse heldur fram sum kassameistari og Tonny Kruse er skrivari. Hinir í nevndini eru Kayo Sørensen, Torfinn Djurhuus og Oddur Ejdesgaard.

 

EB/Streymur


Seinastu tíðindi

Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum
20.05.2025
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025