Niklas er bláur
EB/Streymur hevur í dag gjørt sáttmála við Niklas T. Kruse fyri komandi kappingarár. Myndamaður okkara var ikki á staðnum í dag, so vit endurnýta myndina frá í vár. :)
20 ára gamli Norðskálamaðurin, sum kann brúkast á fleiri plássunum á liðnum - serliga í álopspartinum - spældi eisini við EB/Streymi í 2019, har tað bleiv til 18 dystir og 2 mál í Betri-deildini.
Niklas spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá EB/Streymi, sum tá spældi í 1. deild, á útivølli móti Víkingi í august 2016. Tá gingu bert 7 minuttir frá tí hann var komin á vøllin til hann hevði skotið sítt fyrsta mál. Tilsamans hevur hann spælt 36 dystir og skotið 10 mál fyri fyrstalið hjá EB/Streymi umframt 4 dystir og 3 mál fyri fyrstalið hjá HB. Sermerkt við hesum er, at í øllum dystunum sum Niklas hevur skorað, hevur liðið hjá honum vunnið.
Vit ynskja felagnum og Niklasi tillukku við sáttmálanum og góða eydnu í 2020.