Bjarki er EB/Streymari

22. januar 2020

EB/Streymur hevur í dag gjørt sáttmála við 20 ára gamla Bjarka Zachariasen.

Bjarki hevur, sum eftirnavnið týðir uppá, ættarbond í Sundalagnum, men hevur meginpartin av lívinum búð í Danmark, har hann seinastu árini hevur spælt fótbólt í Næstved Boldklub.

Bjarki er ein kvikur og tekniskt sterkur leikari, við góðum offensivum dygdum.

Hann er eitt rættiliga óskrivað blað í føroyskum fótbólti, men tey munnu helst vera mong, ið nikka kennandi, tá vit siga, at hann er yngri bróður Gunnar Zachariasen, ið var ein lovandi, evnaríkur leikari, til hann lat lív í syrgiligari vanlukku í september 2014.

Í stuttari viðmerking sigur Bjarki seg fegnast um, at sleppa at royna seg í EB/Streymi, har stóribeiggin spældi tvey tey seinastu árini í síni alt ov stuttu fótbóltskarrieru. Hevði Gunnar verið á lívi, hevði hann júst í dag fylt 28 ár.

Vit ynskja Bjarka vælkomnan í felagið, og bestu eydnu í blá-svarta búnanum.


Seinastu tíðindi

Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025
Ábraham heldur fram í EB/Streymi
17.01.2025