Ein Magnus afturat í hópin

25. januar 2020

EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við 20 ára gamla gøtumannin Magnus Heinason.

Magnus hevur seinastu árini verið fastur fúsur á 1. deildarliðnum hjá Víkingi, men hevur eisini spælt 6 dystir í Betri deildini og skotið eitt mál (móti EB/Streymi í 1-1 javnleikinum í fyrrárið).

Magnus kann spæla fleiri ymisk pláss á vøllinum, men hevur í øllum trimum venjingardystunum í ár spælt í álopinum. Hann feiraði eisini sáttmálan við at skjóta sítt fyrsta mál FYRI EB/Streym í 3-2 sigrinum í Fuglafirði í dag.

Vit ynskja Magnusi vælkomnan í felagið og vónandi koma nógv mál afturat.


Seinastu tíðindi

Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum
20.05.2025
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025