EB/Streymur avlýsir alla ungdómsvenjing (dagført)

12. mars 2020

Eftir tilmæli frá ÍSF hevur EB/Streymur valt at avlýsa alla ungdómsvenjing, fyribils í tvær vikur, til og við 26. mars 2020.

ÍSF skrivar í tíðindaskrivi soleiðis:

"Ítróttasamband Føroya heitir á feløg og sambond innan ÍSF um fyribils at steðga øllum ítróttavirksemi í tvær vikur, eftir at Coronatiltøkini eru herd.

Venjingar, dystir, kappingar og annars øll tiltøk í føroyska ítróttaheiminum – bæði innandura og uttandura – eiga at steðga fyribils í tvær vikur í øllum deildum og aldursbólkum.

Hesa áheitan sendir ÍSF ítróttafeløgum og sambondum, eftir at landsstýrið hevur hert corona-tiltøkini fyri at minka um smittavandan av corona/covid-19.

– Vit hava øll møguleika at taka ábyrgd, tí hvør einstakur kann gera sítt til at minka um smittuvandan. Eg heiti staðiliga á føroyska ítróttaheimin um, at taka støðuna í størsta álvara. Um vit vísa samfelagssinni og rættan hugburð, so megna vit nógv í hesi truplu støðu.

– Føroyskur ítróttur skal undir ongum umstøðum verða ein smittukelda. Við at steðga á nú, bindur føroyski tróttaheimurin um heilan fingur og er við til at basa smittuni, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti."

Fótbóltssamband Føroya hevur eisini boðað frá, at allir dystir fyriskipaðir av FSF eru fyribils avlýstir komandi tvær vikurnar. FSF skrivar soleiðis:  

"Eftir nýggjastu tilráðingina frá heilsumyndugleikunum í morgun (red. 12. mars 2020) hevur Fótbóltssamband Føroya tikið avgerð um, at ongir dystir í kappingunum, fyriskipaðar av FSF, verða spældir næstu tvær vikurnar.

- Vit fylgja ÍSF og heilsutilráðingunum, sum frámæla at dystir og kappingar verða fyriskipaðar komandi tvær vikurnar. Somuleiðis hava vit í FSF gjørt av at avlýsa allar landsliðs- og úrvalsvenjingar umframt venjaraskeið í tíðarskeiðnum, sigur Christian Andresen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.

Dystirnir hjá A-landsliðnum móti Danmark og Andorra seinast í mars, og U21 dystirnir móti Spania og Montenegro, verða helst eisini útsettir.

- UEFA fyriskipar kappingarnar hjá okkara landsliðum, og tí er tað formelt UEFA, sum skal útseta hesar dystir. Vit hava tó verið í samband við UEFA og væntandi kemur nærri kunning frá teimum fyrst í komandi viku um ávirkanina, ið coronasmittan hevur á landsliðsfótbólt í Evropa, sigur FSF forsetin."

Annars fara vit at mæla til, at øll í hvør sínum lagið hugsa um og fylgja tilmælum um reinføri og smittufyribyrging.

Vinarliga 

EB/Streymur


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023