Byrja aftur móti HB
Leikskráin fyri Betri-deildina hjá monnum er nú kunngjørd, og tað er greitt, at okkara menn framvegis skulu spæla móti HB í fyrsta umfari. Tá kappingin upprunaliga skuldi fara í gongd tann 8. mars skuldi EB/Streymur havt spælt fyrsta dyst á heimavølli móti HB. Nú verður fyrsti dystur í staðin á útivølli móti HB tann 9. mai. Fyrsti heimadystur er í 2. umfari 17. mai, og hann er móti NSÍ.
Eftir tilmæli frá Fótbóltssambandinum verða dystirnir fyribils leiktir uttan áskoðarar, og hetta er eisini galdandi fyri møguligar venjingardystir, sum verða leiktir áðrenn landskappingin byrjar.
Dystarskráin hjá EB/Streymi er annars hendan. Heimadystir eru skrivaðir við tjúkkari skrift:
9. mai HB - EB/Streymur
17. mai EB/Streymur - NSÍ
23. mai EB/Streymur - TB
28. mai KÍ - EB/Streymur
1. juni ÍF - EB/Streymur
7. juni EB/Streymur - Skála
12. juni EB/Streymur - B36
16. juni AB - EB/Streymur
21. juni EB/Streymur - Víkingur
28. juni B36 - EB/Streymur
4. juli NSÍ - EB/Streymur
8. juli Løgmanssteypið 1/8-finala
12. juli EB/Streymur - HB
27. juli Skála - EB/Streymur
2. aug. Víkingur - EB/Streymur
6. aug. EB/Streymur - AB
16. aug. TB - EB/Streymur
23. aug. EB/Streymur - KÍ
28. aug. EB/Streymur - ÍF
13. sep. EB/Streymur - Víkingur
19. sep. NSÍ - EB/Streymur
23. sep. EB/Streymur - HB
27. sep. ÍF - EB/Streymur
3. okt. EB/Streymur - B36
18. okt. KÍ - EB/Streymur
25. okt. EB/Streymur - TB
1. nov. EB/Streymur - Skála
7. nov. AB - EB/Streymur