Tilmelding 2020

28. mai 2020

Nú er fótbólturin av álvara farin á rull, og um vikuskiftið byrjar landskappingin hjá fleiri av teimum yngru deildunum.

Ætlanin var at hava ein tilmeldingardag í mars, men hann varð av ongum orsaka av Koronu. Vit meta framvegis ikki at tað er ráðiligt at skipa fyri einum slíkum stuttleikadegi soleiðis sum vit fegin vilja, og hesin er tí útsettur til seinni í ár.

Vit fara tí at heita á tykkum, skjótast gjørligt, at tekna tykkum sum limir. Hetta er serliga galdandi fyri tey, sum ætla at spæla fótbólt í summar, men onnur eru eisini vælkomin at tekna seg sum hvílandi limir.

Børn í Eiðis kommunu, sum hava eitt frítíðarkort frá kommununi, verða biðin um at tekna seg við at senda ein teldupost til ebstreymur1993@gmail.com, so tekur felagið sær av rest. Í teldupostinum skulu tit upplýsa navn, bústað, føðingardag, telefonnummar og teldupostadressu.

Øll onnur skulu tekna seg á heimasíðu okkara www.ebstreymur.fo/limagjald.

Eru ivamál í hesum sambandi eru tit vælkomin at skriva til ebstreymur1993@gmail.com ella ringja á tlf. 268019.


Seinastu tíðindi

EB/Streymur stuðlar Team Rynkeby
08.07.2020
Væl eydnað fiskikapping
05.07.2020
Heimadystir og lutaseðlasøla
20.06.2020
Kvinnurnar vunnu sín fyrsta sigur
19.06.2020
EB/Streymur sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara
05.06.2020