EB/Streymur sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara

05. juni 2020

EB/Streymur hevur í dag gjørt sáttmála við Jóannes Jakobsen, um at vera høvuðsungdómsvenjari felagsins.

Higartil hevur tað starvið verið røkt av einum toymi av yngri og eldri venjarum, men felagið hevur mett, at neyðugt er at seta ein venjara burturav, at vera “venjari hjá venjarunum”. Tað fáa vit so nú.

Fyri flestu fótbóltsáhugaðar føroyingar krevur Jóannes Jakobsen neyvan stórvegis presentatión. Tað fær hann so her allíkavæl.

Jóannes er 58 ára gamal og hevur verið partur av føroyskum fótbólti í yvir 40 ár. Í nógv ár var hann álitið í verjuni hjá HB og á føroyska landsliðnum. Hann var liðskipari á liðnum sum vann minniliga dystin móti Eysturríki í Landskrona, og spældi tilsamans 33 A-landsdystir. Hetta ljóðar ikki av so nógvum, men havast skal í huga, at í 80’unum spældu Føroyar munandi færri landsdystir enn nú. Okkurt ár var eingin dystur!

Jóannes hevur eisini roynt seg sum leikara í øðrum feløgum, og var millum annað eitt stutt legg í Noregi. Hann hevur verið høvuðsvenjari hjá fleiri liðum í bestu deildini hjá bæði monnum og kvinnum, og var í átta ár hjálparvenjari hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum, tá Lars Olsen var venjari.

Jóannes hevur harumframt verið nógv at hoyrt sum viðmerkjari hjá Súna Merkisstein, tá sagt hevur verið frá fótbóltsdystum í útvarpinum. Seinastu tíðina hevur hann eisini saman við synunum Fríða og Høgna gjørt eitt poddvarp, sum teir kalla ‘Fótvarpið við Jóannes Jakobsen’. Í Fótvarpinum, sum kemur út einaferð um vikuna, viðgera Jóannes og Fríði Betri-deildina og onnur áhugaverd evni úr føroyska fótbóltsheiminum.

Umframt fótbóltin hevur Jóannes eisini fingist nógv við at skriva, spæla og framleiða tónleik, og hesi seinnu árini eisini fingist við málningalist. Í hesum sambandi er heimasíðan www.joannesjakobsen.com eina vitjan verd.

Nú skal Jóannes so á fyrsta sinni royna seg sum høvuðsungdómsvenjara. Vit ynskja honum vælkomnum í felagið, og síggja fram til gott og gevandi samstarv.


Seinastu tíðindi

EB/Streymur stuðlar Team Rynkeby
08.07.2020
Væl eydnað fiskikapping
05.07.2020
Heimadystir og lutaseðlasøla
20.06.2020
Kvinnurnar vunnu sín fyrsta sigur
19.06.2020
EB/Streymur sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara
05.06.2020