Heimadystir og lutaseðlasøla

20. juni 2020

Í morgin, sunnudagin eru aftur heimadystir á skránni hjá bæði kvinnum og monnum okkara í Betri deildini.

Kl. 14 spæla kvinnurnar hjá EB/Streymi/Skála í Hólmanum á Eiði. Mótstøðuliðið er hitt felagsliðið ÍF/Víkingur/B68. Hesi bæði liðini møttust fyri tveimum vikum síðani í Gøtu, og har vann heimaliðið 2-1 í einum dysti, har okkara eisini høvdu sínar kjansir. Okkara kvinnur vunnu hóskvøldið ársins fyrsta sigur, á heimavølli móti HB, og eru tí ivaleyst klárar og topp-motiveraðar til hesa næstu uppgávuna.

Kl. 17 spæla so mennirnir hjá partvís somu feløgum, tá EB/Streymur og Víkingur tørna saman við Margáir. Av tí at Víkingur mikukvøldið tapti móti ÍF, so er hetta tekniskt sæð ein botn-5 uppgerð. Men lítið man vera at ivast í, at útiliðið væntar sær at fáa okkurt heimviðaftur úr Streymnesi. Hinvegin, so hava okkara menn vunnið tveir teir seinastu heimadystirnar, enntá uttan at lata mál fara inn. Lagt er tí upp til ein spennandi dyst.

Í sambandi við dystin í Streymnesi fara vit at selja lutaseðlar, har høvuðsvinningurin er ein ATV og har annars eru alskyns góð gávukort at vinna. Lutaseðlarnir kosta 20 kr. stk. og kunnu keypast frá billettseljarunum.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023