Tríggir unglingar gjørt sáttmála

20. juli 2020

EB/Streymur hevur gjørt yrkisleikarasáttmála við tríggjar av okkara evnaríku unglingum, Filip Kruse Johansen, Jákup Hummeland og Fayo Kruse. Sáttmálarnir eru fyribils galdandi fyri hetta og komandi kappingarár.

Filip er tann elsti av teimum – hann fyllir 17 í morgin. Hann kann spæla nógv ymisk pláss í verjuni og á miðvøllinum, og er kropsliga væl fyri og sterkur í nærdystum. Ein sera raskur og viljasterkur leikari.

Jákup spælir fyri tað mesta á teimum meira framrættaðu miðvallarplássunum ella í álopinum. Hann er skjótur og tekniskt væl fyri, ikki minst til avleveringar og skot. Raskur og orkumikil.

Fayo er málverji og tann yngsti av teimum trimum. Hann fylti 16 ár í apríl, men hóast sín unga aldur er hann høgur og væl bygdur, og tað er í sær sjálvum góðar dygdir hjá aftasta skansa. Fayo hevur spælt 8 U-landsdystir, og er í løtuni í U-17 landsliðshópinum.

Allir tríggir eru tilknýttir U-17 og U-21 liðunum hjá EB/Streymi. Enn er torført at siga í hvønn mun hesir garpar koma at mynda vaksnamannaliðini hjá okkum, men nú hava teir so aldur og formligu viðurskiftini eru í lagið, so tað verður spennandi at fylgja.

Vit ynskja Filip, Jákupi, Fayo og EB/Streymi tillukku við sáttmálunum.


Seinastu tíðindi

Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025
Ábraham heldur fram í EB/Streymi
17.01.2025