Kærkomin sigur og heimvendur leikari
EB/Streymur vann mánakvøldið ein sera týdningarmiklan 3-1 sigur á Skála í Betri deildini hjá monnum. Lagt var upp til ein spenandi dyst millum nr. 10 og nr. 7 – ein klassiskur 6-stigs dystur í kappingini um at sleppa undan niðurflyting. Vann Skála dystin, so hevði støðan blivið sera jøvn millum tey fýra niðastu liðini, meðan EB/Streymur við einum sigri kundi leggja sjógv ímillum seg og liðini niðanfyri.
Tað gjørdist eisini ein javnur dystur, serliga í fyrra hálvleiki, sum endaði við javnleiki 1-1. Skála leikararnir tóktust ofta meira grammir, men blivu sjáldan heilt vandamiklir. EB/Streymur kom betur við í seinna hálvleiki, og hevði fleiri málmøguleikar.
Arnbjørn Hansen legði EB/Streym á odda heilt tíðliga í dystinum, og eftir at Skála hevði javnað í fyrra hálvleiki, so legði Gutti Dahl-Olsen EB/Streym framum aftur tíðliga í seinna hálvleiki. Tá Skála móti endanum fekk hornaspark, og sendi alt fólkið fram fyri at fáa útjavnandi málið, endaði tað við einum EB/Streyma-mótálopi, har Gutti, Ragnar og Tóki gjørdust einsamallir móti einum Skála-verjuleikara og málmanninum. Endin var, at Tóki hegnisliga sendi bóltin upp um Skála-málverjan og í mál til endaliga úrslitið; 3-1 til EB/Streym.
Nakað sermerkt, sum hendi í dystinum var, at EB/Streymur tá góður tími var farin setti nr. 17 á vøllin. Tey sum fylgja væl við vita, at nr. 17 hjá EB/Streymi er Petur Zachariasen. Petur hevur seinastu tíðina drigist við ein skaða, og hann var tí ikki við í hópinum í dag. Í staðin hevði ‘nýggi’ EB/Streymarin Bárður Olsen fingið blusu nr. 17 til láns. Bárður gjørdi sostatt comeback í EB/Streymi, júst 9 ár eftir sín seinasta dyst í blá-svørtum. Hesi árini hevur hann spælt við AB, B36 og HB. Higartil í ár hevur Bárður spælt við næstbesta liðnum hjá B36, men hevur nú altso gjørt sáttmála við EB/Streym, soleiðis at hann verður partur av Betriliðs-hópinum tað sum eftir er av hesum kappingarárinum.
Bárður er sum sagt ein gamal kenningur í EB/Streymi. Hetta var dystur hansara nr. 185 fyri EB/Streym í bestu deildini og dystur nr. 362 tilsamans í bestu deildini. Bárður var millum annað við til at vinna greipuna fyri EB/Streym í 2008. Umframt at vera ein sera góður leikari, so hevur 34 ára gamli víkamaðurin eisini ta neyðugu rutinuna, sum onkuntíð kann mangla á einum ungum liði – sum okkara er í ár. Hetta sóu vit longu tekin um á Skála mánakvøldið, tá stríðast skuldi fyri teimum trimum stigunum móti endanum.
Vit ynskja okkara monnum tillukku við sigrinum, og Bárði Olsen tillukku við sáttmálanum og vælkomnan heim.