Sarita og Marita fingið landsliðsboð

28. juli 2020

Í mai 2021 verður EM-endaspæl fyri U17-landslið við gentum í Føroyum, har føroyska landsliðið skal royna seg ímóti sjey av teimum fremstu fótbóltstjóðunum í Evropa. Sum liður í fyrireikingunum til hetta skal okkara landslið í døgunum 12. til 20. august á venjingarlegu í Danmark, har millum annað tríggir venjingardystir eru á skránni. 

Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur tikið út hópin, sum skal við á venjingarlegu, og teirra millum eru tvær úr EB/Streymi; Sarita Petersen og Marita Lisberg. Harafturat er Anna Katrina Mikkelsen úr Skála, sum spælir við okkara felagsliði hjá U18 gentum og kvinnum, eisini úttikin. 

Tær, sum eru úttiknar eru: Marita Lisberg og Sarita Petersen úr EB/Streymi, Anna Katrina Mikkelsen úr Skála, Victoria í Funningsstovu, Jasmin Darvishi, Jovina av Skarði og Ester Ellingsgaard úr B36, Rakul í Soylu úr AB, Gunnvá Lútzen, Ida Mercy Chukwudi og Sára Jespersen úr HB, Maria Johansen úr NSÍ, Brynhild Janusardóttir og Rakul Sørensen úr Víkingi, Jórun Patawary, Anitha á Dalinum og Jancy Mohr úr KÍ og Kristina Nattestad úr 07 Vestur.

Áðrenn fráferðina til Danmarkar eru fimm venjingar á skránni. Tær eru í Havn, á Toftum, í Miðvági og í Leirvík.

EM-endaspælið komandi ár verður spælt frá 2. til 14. mai.


Seinastu tíðindi

Nýggj nevnd
05.11.2025
Arnar Dam nýggjur høvuðsungdómsvenjari
05.11.2025
Aðalfundur og eykaaðalfundur
20.10.2025
Andras heldur fram
08.09.2025
Dabo seldur
01.08.2025