Stuðulsrenningin verður í morgin
07. september 2020
Árliga stuðulsrenning hjá EB/Streymi verður týsdagin 8. september kl. 17.00 við Margáir.
Her bjóða vit børnum, foreldrum, avvarandi og øðrum áhugaðum at síggja okkara nýggja venjingarhøli, sum um stutta tíð verður klárt til nýtslu við Margáir. Eisini verður høvi til at heilsa uppá høvuðsungdómsvenjaran Jóannes Jakobsen.
Børnini sum luttaka í stuðulsrenningini fáa okkurt til matna og til tostan eftir renningina.
Til tey vaksnu bjóða vit kaffi, te og køku.
Leikararnir hava fingið ein seðil við heim, har lesast kann meira um tiltakið, og um hvussu man kann stuðla. Seðilin kann eisini takast niður her:
Seinastu tíðindi
Nevndin hjá EB/Streymi skipar seg av nýggjum
20.05.2025
Gutti Dahl-Olsen er aftur í EB/Streymi
20.03.2025
Marius heldur fram í EB/Streymi
19.03.2025
Thomas Bjørn Miezan til EB/Streym
13.03.2025
Jens Erik heldur fram í EB/Streymi
04.02.2025