Viðv. limagjaldi 2020

02. september 2020

Orsaka av korona varð tilmeldingardagurin í vár avlýstur, og hóast vit hava sent áheitanir út um at melda seg til, so eru sera nógv, sum enn ikki hava gjørt hetta!

Vit skulu tí minna á, at tað er ein treyt hjá FSF, at tey sum spæla fótbólt eru limir í einum felagi, og tey sum ikki eru limir eru heldur ikki fevnd av ábyrgdartrygging felagsins v.m. Harafturat fær ungdómsdeildin í felagnum stuðul frá FSF eftir hvussu nógvar barna- og ungdómslimir felagið hevur!

Tí fara vit vinarliga at heita á tey, sum enn ikki hava tilmelda seg, um at gera hetta skjótast gjørligt.

Børn í Eiðis kommunu, sum hava eitt frítíðarkort frá kommununi, verða biðin um at tekna seg við at senda ein teldupost til ebstreymur1993@gmail.com, so tekur felagið sær av rest. Í teldupostinum skulu tit upplýsa navn, bústað, føðingardag, telefonnummar og teldupostadressu.

Øll onnur skulu tekna seg á heimasíðu okkara ebstreymur.fo/limagjald.

Eru ivamál í hesum sambandi eru tit vælkomin at skriva til ebstreymur1993@gmail.com ella ringja á tlf. 268019.


Seinastu tíðindi

Eitt stig í Fuglafirði
27.09.2020
Greiður ósigur móti HB tá samanum kom
23.09.2020
(Næstan) allur fótbóltur útsettur
23.09.2020
Javnur dystur hóast 4-1 tap
19.09.2020
Beiskur biti eftir góðkent avrik
13.09.2020