Javnur dystur hóast 4-1 tap

19. september 2020

NSÍ og EB/Streymur spældu ein rímiliga undirhaldandi dyst við Løkin í Runavík. Fyrsta bríkslið var kl. 19, og í mun til seinasta dyst vóru onkrar broytingar í verjupartinum hjá okkum. Hvørki Andras Olsen ella Árni G. Olsen vóru við, og tískil byrjaðu Petur Zachariasen og Niklas Kruse í verjuni. Tað tóktist at vera eitt tilvitað væl at leggja trýst á NSÍ høgt uppi á vøllinum, og at leggja nógv fyri í eini roynd at spæla álopsfótbólt. Hetta gav fleiri góðar støður og kjansir til okkara. Hinvegin fekk mótstæðuliðið 4 mál í kvøld, og tað var eisini ein NSÍ leikari, sum lyfti bóltin í ein bleytan boga upp um Tórð Thomsen í málinum.

Tað gekk eitt korter, so fekk NSÍ fyrsta málið, eftir at Petur Knudsen legði eitt fríspark inn í pannuna á Klæminti Olsen. 1-0. Sami Klæmint hevði nakað áðrenn verið veitraður fyri rangstøðu, og EB/Streyma viðhaldsfólk ivaðust í, um hann ikki eisini var innanfyri, tá frísparkið bleiv tikið. Áðrenn hetta málið høvdu okkara eitt skot á stongina, og bólturin smeyg sær útaftur í spæl og NSÍ-verjan fekk bóltin av vandaleið. Dysturin bylgjaði aftur og fram hesa løtuna. Gutti Dahl Olsen lá framvið við skoti og skallara stutt eftir málið hjá Klæminti, men inn vildi bólturin ikki. Hinvegin var Klæmint Olsen aftur upp á spæl tá 22 minuttir vóru spældir, tá tað bleiv 2-0, og aftur var tað Petur Knudsen, ið legði upp.

Stutt eftir hetta fór Niklas Kruse í álop og fekk skot á, men bólturin fór nakað framvið málinum. Tóki Johannesen vildi eisini royna seg, eftir innlegg frá Niklasi. Klæmint Olsen bjargaði eisini einum skoti á strikuni, eftir hornaspark, ið Gutti legði innfyri og Niklas fekk skot á. Nakað av spenningi kom í aftur tá ið 40 minuttir vóru leiktir, tá Oddur Højgaard í pressaðari støðu beindi bóltin í egið mál til 2-1, og hetta til hálvleiks pressaði EB/Streymur fyri at fáa útjavnandi málið. Hjalti Kárason Djurhuus hevði eina fína roynd beint áðrenn steðgin.

Seinni hálvleikur byrjaði við, at Símun Sólheim við einum fløtum skoti var nær við at fáa javnvág í støðuna, og Tóki fekk eitt skot blokkerað stutt eftir, men tá smáir 63 minuttir vóru leiktir hendi tað sum ikki skuldi henda; mótbrekkan gjørdist enn tyngri, tí danin hjá NSÍ Jesper Christjansen skoraði til 3-1. Okkara fullu ikki í fátt av hesum. Vit fingu fleiri hornaspørk á rað, og tey vóru nokk so vandamikil. Í einari støðu høvdu vit eina fína skotstøðu, men skotvinkulin var ov spískur og bólturin fór við síðuna av málinum.

Búi Egilsson kom á vøllin fyri NSÍ, og stutt eftir fekk hann bóltin í málið til 4-1. Úrslitið kundi blivið eitt sindur verri, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki til NSÍ, men Rói Zachariasen ikki bara bjargaði skotinum frá Klæminti, men eisini helt bóltinum. Í endanum av dystinum royndi Rói Oslen seg við skoti, men tað fór ikki í mál. Seint í dystinum gjørdi Jákup Martin Joensen tríggjar útskiftingar. Bjarki Zachariasen, Sverri Mariusarson og Jákup Hummeland komu allir inn á offensiva partin av liðnum. Teir eru sum fleiri aðrir av okkara spælarum ungir og hava framtíðina fyri sær.

Kenslan var blandað eftir dystin, tí úrslitið 4-1 sjálvt var ikki nakað at reypa av, men arbeiðsinnsatsurin var góður og spælið var gott fyri ein stóran part. Næsti dystur verður í miðvikuni, og tá verður mótstøðuliðið HB.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023