EB/Streymur - B36 2-6

04. oktober 2020
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

B36 kom á vitjan hjá EB/Streymi í dag, og lat tað vera sagt beinanvegin, spenningurin hvarv beinanvegin. Málini regnaðu inn tíðliga í dystinum. Longu tá 20 minuttir vóru leiktir, var støðan 4-0 til B36. Talan var um nógvar keðiligar feilir á okkara liði, ið góvu B36 leikarum tíð og pláss til at revsa okkum. Hesi málini skutu Andrass Johansen, Eli Falkvard Nielsen, Ragnar Samuelsen og Stefan Radosavljevic.

EB/Streymur vildi eisini sleppa uppí part 10 minuttir fyri steðgin, tá Niklas Kruse setti eitt brotsspark í netið til 1-4. Tað gekk tó skjótt, so skoraði B36 aftur. Andreas Thomsen setti bóltin í málið, langt útifrá. 1-5 Í seinna hálvleiki skoraði EB/Streymur fyrst. Málskjútti til 2-5 var aftur Niklas Kruse, sum gagnnýtti at B36 verjan og málverjin ikki fingu bóltin av vandaleið.

Seinasta málið í dystinum skoraði Stefan hjá B36, eftir upplegg frá Sebastian Pingel. Hetta var tá 80 minuttir vóru leiktir. Samanumtikið var munur á liðunum í dag. Annað liðið spælir fyri at fylgja við teimum fremru liðunum í Betri deildini, ímeðan okkara lið roynir at nærkast miðjuni.

Næsti dystur hjá EB/Streymi verður ímóti KÍ í Klaksvík, 17. oktober. Tann uppgávan tykist eisini verða trupul, áðrenn tey lægru liðini bíða okkum seinastu dystirnar. Drívið á!


Seinastu tíðindi

Nýggj nevnd
05.11.2025
Arnar Dam nýggjur høvuðsungdómsvenjari
05.11.2025
Aðalfundur og eykaaðalfundur
20.10.2025
Andras heldur fram
08.09.2025
Dabo seldur
01.08.2025