Rói Zachariasen heldur fram

06. november 2020

EB/Streymur og Rói Zachariasen hava gjørt nýggjan sáttmála, so 22 ára gamli málverjin eisini komandi ár er EB/Streymari.

Rói er uppvaksin á Argjum, men hevur, sum eftirnavnið bendir á, ættarbond í Sundalagnum. Hann hevur nú eisini spælt við EB/Streymi seinastu 4 árini, og er tí ein av okkara egnu! Tá EB/Streymur í morgin fer á vøllin á Argjum, verður tað dystur nummar 82 hjá Róa á fyrstaliði okkara.

Sum aftasti skansi hjá einum liði í niðaru helvt, so hevur Rói í ár av álvara fingið roynt seg. Og hóast onkur svipsari hevur verið, so hevur hann havt nógvar meistarligar bjargingar, sum hava hildið okkum inni í dystum. Hann hevur eisini spælt so mikið væl, at hann fyrr í ár fekk tveir dystir á U21 landsliðnum. Fyrra dystin móti Spania var hann ein av høvuðsorsøkunum til at tað 'bert' bleiv til 0-2 tap, og seinna móti Montenegro helt hann málið reint í flotta 1-0 sigrinum.

Við hesum eru vit nú væl mannaðir á málmansplássinum, har vit umframt Róa hava 18 ára gamla Jóannes Davidsen og 16 ára gamla Fayo Kruse. Allir tríggir eru teir ungir og sera evnaríkir, og millum annað tí hava vit avgjørt at seta í starv ein málmansvenjara til at menna teir tríggjar og aðrar málverjar í felagnum. Meira verður at frætta um hetta í næstum.

Vit ynskja Róa og EB/Streymi tillukku við sáttmálanum og góða eydnu í komandi avbjóðingum.


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023