Tap ímóti AB í seinasta leikumfari

08. november 2020
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Leygardagin spældu AB og EB/Streymur seinasta umfar í Betri deildini í ár. Úrslitið gjørdist 4-0 til heimaliðið. Hol kom á eftir 11 minuttir, tá Gilli Ròason skoraði til 1-0, og uppleggið átti Jasper van der Heyden. Fimm minuttir seinni skoraði belgiski van der Heyden so sjálvur til 2-0, og hesaferð var tað Bjarki Nielsen, ið stóð fyri upplegginum.

Bæði hesi málini komu eftir kontrastøður, og innleggini komu úr høgru síðu hjá AB. Tá ið 35 minuttir vóru leiktir fekk ein AB leikari beinleiðis reytt. Nú ætlaði EB/Streymur at koma inn aftur í dystin, men soleiðis varð ikki. Skiftingar vórðu framdar á okkara liði; Gutti Dahl-Olsen kom á vøllin fyri steðgin, og til fyrsta bríksl í seinna hálvleiki varð Bjarki Zachariasen eisini skiftur inn. Nakað seinni kom Arnbjørn Hansen eisini á vøllin.

Støðan 2-0 helt sær inntil umleið 75 minuttir vóru leiktir, tá Jasper skoraði aftur. EB/Streymur hevði lagt nógv fyri í royndini at trýsta AB, og tað gav argjamonnum ein kontra, har Jasper driblaði bæði verju og málmann av og setti bóltin í tóma málið. 3-0.

Nú vóru góð ráð dýr, og løtu seinni skoraði AB aftur. Hesaferð var tað Bjarki Nielsen, ið skoraði og Gilli Róason, ið legði upp. 4-0 og AB fór av 10. plássi og upp á 9. pláss, ið merkir, at teir møta einum liði úr næstbestu deildini til upp- og niðurflytingardyst.

AB liðið var effektivt í dag, og vunnu nógvar duellir. EB/Streymur hevði ilt við at spæla seg til tað stóra, og tá ið nógvir leikarar leitaðu sær fram í álopið og vit mistu bóltin, so vóru leikararnir hjá AB skjótir at søkja at.

Samanumtikið er kappingarárið hjá EB/Streymi góðkent. Vit endaðu á 7. plássi, sum er betri enn 9. pláss árið fyri. Tað hava verið glottar innímillum, so tað er at taka tað góða við sær víðari framá. Drívið á!


Seinastu tíðindi

U21 landsliðsleikari er okkara
11.02.2024
Filip heldur fram í EB/Streymi
25.01.2024
Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa Sigfríði
24.01.2024
Aðalfundur
12.01.2024
Aðalfundur
04.12.2023