Ragnar heldur eisini fram

17. desember 2020

EB/Streymur og Ragnar B. Danielsen hava í dag longt sáttmálan, so 28 ára gamli klaksvíkingurin eisini spælur í blá-svørtum komandi kappingarár.  

Ragnar hevur verið fastur fúsur á EB/Streymaliðnum seinastu 6 árini. Farna kappingarár spældi hann 25 dystir, fyri tað mesta í vinstru verjusíðu. Hann hevur nú tilsamans spælt 155 dystir og skotið 20 mál fyri fyrstalið hjá EB/Streymi.

Vit ynskja Ragnari og felagnum tillukku við sáttmálanum og góða eydnu í komandi avbjóðingum.


Seinastu tíðindi

EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við Marius Kallestrup Nielsen
15.02.2026
EB/Streymur hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Lamin
13.02.2026
EB/Streymur styrkir verjuna við danskara
04.02.2026
Aðalfundur
12.01.2026
Venjaratoymið heldur fram
09.01.2026