Elias Gilstón El Moustage til EB/Streym

19. januar 2021

EB/Streymur og Elias Gilstón El Moustage hava í dag gjørt sáttmála fyri hetta komandi kappingarárið.

Elias hevur royndarvant við EB/Streymi hesa seinastu tíðina og spældi allar 90 minuttirnar í venjingardystinum móti NSÍ fríggjakvøldið. Hesa tíðina hevur 19 ára gamli miðvallarleikarin víst seg so mikið væl fram, at felagið hevur valt at gera sáttmála við hann.

Elias er føddur í Danmark, men hevur føroyska mammu. Pápin er úr Marokko, hagani eksotiska eftirnavnið stavar. Fyri nøkrum árum síðani búði Elias eitt skifti á Tvøroyri, men er annars uppvaksin í Danmark, har hann hevur spælt fótbólt við AaB (U15-16-17) og Thisted FC (U19). Hann hevur eisini spælt nakrar dystir við besta liðnum hjá Thisted FC, sum spælir í donsku 2. deild.

Hóast hann ikki áður hevur spælt vaksnamannafótbólt í Føroyum, er hann ikki heilt ókendur í føroyskum fótbólti. Hann hevur spælt heilar 29 landsdystir fyri føroysku U17 og U19 landsliðini, umframt fleiri U15 landsdystir.

Vit ynskja Eliasi vælkomnan til EB/Streym og góða eydnu í komandi avbjóðingum.


Seinastu tíðindi

Áskoðaraviðurskifti í Hólmanum - korona-tilmæli 2021
05.03.2021
Árni heldur eisini fram
23.02.2021
Starvsnevndin umskipað
11.02.2021
Ári Arge til EB/Streym
25.01.2021
Petur Z heldur eisini fram
21.01.2021